Alt um djór
Vilt tú vita meira um djór? So hava vit gott nýtt til tín. Vit hava nevniliga eina sjónvarpsrøð um djór á skránni nú, og har fært tú nógv at vita um øll møgulig djór.

Einki er fittari enn djóraungar, og í hvørjum parti av Alt um djór hitta vit ein djóraunga. Vit fáa at vita, hvussu hann eitur, hvar hann býr, hvat og hvønn hann spælir við, og eisini um tað, sum júst hesin ungin dugir.
 

Ein forteljari leiðir okkum gjøgnum sendingina, og tað sum hann ikki veit, ja tað veit teldan, so hann spyr av og á telduna, sum so hevur eina rúgvu av vitan um djórini.
 

Sendingin er á skránni í KVF týskvøld kl. 18.30 og so er hon at síggja her á síðuni í tvær vikur, eftir at hon er send í sjónvarpinum.
 

Í fyrsta parti hitta vit eina pingvin, sum eitur Petur, og tann partin kanst tú síggja her til 20. September. Eftir tað, so verða tað onnur djór, ið liggja her :)