Ársins Vitanarfróðu 2017
Vit eru á Vísindavøku

 

Tað vóru gleðisróp, tá ið næmingar í 5.flokki í Eysturskúlanum í Havn, hoyrdu Anniku Sølvará siga setningin: Flokkurin, sum kann kalla seg Ársins Vitanarfróðu, er 5. flokkur í Eysturskúlanum. Granskingarráðið og Nám skipaðu fyri kappingini, sum er á fyrsta sinni í ár. Eins og undanfarin ár, var vísindavøkan 2017 sera áhugaverd - serstakliga var løtan í Perluni spennandi, tá ið spentir ungir granskarar, sum høvdu sent inn til kappingina, fingu at vita, hvør vinnarin var.

Tríggir flokkar vóru við í kappingini. Teir vóru: Elsti flokkur í Frískúlanum í Havn, við frágreiðing um matvanar hjá børnum í dag, samanborið við hjá børnum fyri umleið 30 árum síðani. 5. flokkur í Eysturskúlanum við frágreiðing um, hvørt tað er neyðugt at brúka sápu. 7. flokkur í Eysturskúlanum vð frágreiðingum um elektrisitetsnýtslu hjá gentum og dreingjum v.m.

Arbeiðshátturin er í seks stigum:

1. Hetta undrist eg á

2. Hví er tað so

3. Legg eina ætlan

4. Savna upplýsingar

5. Hetta eri eg komin fram til

6. Sig øðrum frá 

 

Ein dómsnevnd við fýra umboðum hevur lisið frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið. Tey vóru samd um, at allar frágreiðingarnar vóru góðar. Flokkarnir hava lagt nógv arbeiði í frágreiðingarnar og hava dugað væl at brúka arbeiðsháttin. Eftir at hava mett um ymsu frágreiðingarnar, samdist nevndin um ein vinnara. Nevndin helt, at hesin flokkurin hevði valt eitt passaliga avmarkað evni.  Hugskotið var gott, og arbeiðið sá út til at vera samanhangandi. Nevndin helt eisini, at arbeiðið var kreativt og væl miðlað.

Umframt heiðurin vunnu tey 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum. Tá ið vit spurdu tey, hvat tey fóru at brúka peningin til, svaraðu tey, at tey ætlaðu sær til Íslands. Tey hava lært eina rúgvu og hava eitt nú funnið útav, at heitt vatn í onkrum føri er líka gott at brúka, sum sápa. Tað ber til at hoyra meira um sápugransking her:

Sápugransking