Nógv valevni vóru til barnavalið á bókasavninum
Nógv valevni vóru til barnavalið á bókasavninum   Mynd: © Elin Michelsen
Bomm hvønn dag, takk!
Tað kann gott vera tað, sum kemur burturúr til børnini í Havn, nú atkvøðurnar til barnavalið eru taldar. Herviligi Henry vann, og minnast tit hvat hann lovaði?

Tað vóru ikki bara tey vaksnu, sum hava tosað um val og valevni seinastu tíðina. Eisini børnini hava havt møguleikan at velja.

Stóri sigursharrin á Barnavalinum í Havn gjørdist Herviligi Henry, og spurningurin er so, um børnini í Havn nú fara at fáa bomm hvønn dag, tí tað lovaði Henry at arbeiða fram ímóti, um børnini valdu hann.

VIT hava roynt at fingið fatur á Herviliga Henry, men hann hevði so ilt í búkinum, at hann fekk ikki tosað við okkum. Spurningurin er tá, um hann hevur etið ov nógv bomm?