First Lego League verður nú
Evnið hesaferð er Trash Trek, ið snýr seg um rusk.

Evnið í kappingini í ár er rusk: Trash Trek. Rusk er vorðin stórur trupuleiki um allan heim og børn um allan heim hava í hesi kapping møguleika at finna uppá og menna loysnir, sum kunnu minka um rusk-trupuleikan. Børnini programmera legorobottar til at loysa ásettar uppgávur og tað er sera hugtakandi at síggja hvussu væl tey duga at nýta sítt hugflog.
 
Í ár vera 10 lið við í føroysku kappingini, sum verður hildin í FøroyaTele í Klingruni í Hoyvík og verður sett kl 10 um morgunin. Hendan sama leygardagin vera somu kappingar í 48 býum í Danmark, Noregi og Svøríki.