Heimsins ljótasti fiskur
Nógv er undarligt her í heiminum, og nógv eru djórini, ið eru rættiliga løgin.

Illi fiskurin á hevur alla orsøk til at vera ónøgdur. Hann er nevniliga útnevndur til at vera ljótasta djórið í heiminum, og hann býr í heimsins mest einsmalla stað – í myrkrinum á havsins botni, har djúpast er.

Talan er um eitt slag av havtasku, sum vit annars kenna frá havinum kring Føroyar. Hesin livir tó sera djúpt – millum 300 og 1750 metrar niðri.

Tá man býr í myrkrinum sum hesin fiskur ger, er hent at kunna gera sítt egna ljós, og tað kann hesin. Hann hevur eina finnu á rygginum, sum kann lýsa. Ljósið verður nýtt til at lokka aðrar fiskar til, og tá teir koma nóg nær, verða teir etnir.