Meira Morsa
Hey tit - Jákup, Elin og Elin eru nú í ferð við at gera okkum meira Morsa sendingar. Hesaferð eru tey inni, tí veðrið uttanfyri er ikki júst til upptøkur.

Tá Morsa kemur aftur í vár, verður tað við fleiri hættum at samskifta, ikki bara at morsikotu, tí hana duga vit nú. Nei, nú snýr tað seg millum annað um at lumpa onnur, so tey ikki skilja tað tú skrivar til vinirnar. Kul, ha?

Er tað ikki hugnaligt í holuni hjá Jákupi? 

Umframt at vitja Jákup, so verður Katie Morag sjálvandi aftur at síggja - heilir 12 partar, og eisini verður Elisabeth við aftur, og ger hárið hjá gentum so flott so flott.