Nýtt í Morsa
Tá VIT koma aftur við Morsa í heyst, verður tað við einum nýggjum spennandi tátti, sum kanska kann læra teg okkurt :)

Í næstu røð av Morsa fara vit nevniliga at gera mat saman við kokkinum Janusi Einar Sørensen. VIT fara ikki at gera fleskasteik, fisk ella sós og eplir. Nei, vit fara at gera mat, sum børnum dámar, og sum børn tíma at gera.

VIT fara til dømis at gera smoothies, dessertir og sjokolátabakon. Tað verður ikki so galið, so VIT gleða okkum.

Fyrsta Morsa sendingin í heyst verður 15. september.