bannari
Orrustu-rok
200 spent børn vitja í hesum døgum í Sortudýki, tí tey vilja vinna sær pláss í Orrustu kappingini í vár.

Í gjár og í dag vitja 200 børn, tí tey skulu royndarfilmast til Orrustuna næsta ár. Hesi børn hava øll teknað seg á heimasíðuni hjá KVF saman við einum vini, og hvørt liðið hevur sítt frítíðarítriv, sum tey vita eina rúgvu um.

 

Tað er tó ikki hesa vitan, sum tey skulu nýta í dag. Í dag verður hugt at, hvussu væl tey tora, og hvussu væl tey duga at tosa sínámillum um teir spurningar, tey fáa frá vertinum Elini.

 

Sjálvt um Útvarpshøllin ikki enn er Orrustuklár, so spæla vit Orrustu við verti, palli, ljósum, tveimum liðum og tveimum myndatólum. So fáa børnini eina hóming av, hvussu tað er, tá veruliga Orrustan fer í gongd.

 

32 børn í 16 liðum koma víðari til Orrustukappingina í vár.

Góða eydnu øll somul!!