Síðsti møguleiki
Nú nærkast síðsti møguleiki at skriva eina jólasøgu til barnaútvarpið

Mikudagin 14. desember er síðsti møguleiki at senda okkum tína søgu, um tú vilt vera við í lutakastinum um ein av teimum trimum góðu jólapakkunum at leggja undir træið.

Eisini er møguleiki fyri at tín søga verður lisin í útvarpinum ein av jóladøgunum.

So liggur ein søga - ella bara ein hálv søga - og melur í høvdinum hjá tær, so er bara at seta teg at skriva søguna inn her.