Snæfall: Beinta
Harðar ella bleytar pakkar? Soleiðis spurdu vit Beintu, men hon var ikki heilt við uppá, at tað skal vera antin tað eina ella hitt. Hví ikki bæði?

Navn:        Beinta Clothier


Leiklutur:    Hjartrún


Aldur:        38 ár


Bústaður:    Tórshavn


Skúli:        Argja skúli


Yndismatur:    Eg elski mat, men jólamatur er nokkso langt uppi á listanum ;)


Hvar heldur tú jól:
Ymisk støð, men altíð við familjuni og teimum eg eri góð við


Bleytar ella harðar pakkar:
Mær dámar bleytar pakkar, tí sum regul so eru tað klæðir, og so kann man vera heppin, at tað er okkurt lekkurt heimabundið. Harðar pakkar, tí teir eru altíð eitt 'yvirraskilsi', og sum oftast okkurt eg ikki visti eg ynksti mær.


Besta jólaveitslan:
Einaferð eg var barn, var sera ring kavaódn jólaaftan, eg hevði fingið at vita, at jólamaðurin sum plagdi at vitja okkum børn í grannalagnum ikki fekk komið, men brádliga áðrenn vit skuldu eta, kom ein lítil jólamaður í onkrum ljósareyðum, berjandi niðan eftir vegnum. Tað vísti seg at vera omma, sum hevði latið seg í tey mest (ljósareyðu) jólaklæðini hon kundi finna. Hon helt tað var synd, at jólamaðurin ikki fekk komið, og tí vildi hon gera tað. Eg haldi tað er elskuligasti jólamaðurin eg nakrantíð havi sæð.