Snæfall: Jógvan Páll
Tey dugdu eisini at hugna sær til jólaveitslur fyrr í tíðini, minnist Jógvan Páll.

Navn:        Jógvan Páll Johansen

Leiklutur:    Alfred

Aldur:        66 ár

Bústaður:    Vestmanna

Skúli:        Vestmanna skúla

Yndismatur:    Seyðarhøvd

Hvar heldur tí jól:      Heima

Bleytar ella harðar pakkar:
Harðar pakkar, tí har er altíð okkurt í at spæla við.

Besta jólaveitslan:
Í missiónshúsinum tá eg var lítil, tí teir gomlu menninir skuldu geva hvørjum øðrum fløtakakur at eta, við bindi fyri eygunum.