bannari
Hesi eru til reiðar at dystast í Orrustuni
Hesi eru til reiðar at dystast í Orrustuni
So er at vera Orrusta
Nú fer Orrustan at byrja aftur, og seinastu tvær vikurnar hava upptøkur til innleiðandi umførini verið.

Hvørt sunnukvøld klokkan 19.30 komandi mánaðarnar verður Orrusta á skránni. Hetta hevur havt við sær, at vit í Kringvarpinum hava havt eina rúgvu av børnum á vitjan seinastu vikurnar, og tað hevur verið so stuttligt at húsið hevur verið fult av børnum.

Upptøkurnar hava gingið væl, og børnini hava verið so røsk og hava dugað so væl at kappast.

So minnist til: Hvørt sunnukvøld kl. 19.30 er Orrusta á skránni.