Yvirskrift

Ævintýraheimur í Viðarlundini

Body

Ævintýraheimur úr endurnýtslu er bygdur upp í Viðarlundini í Havn í hesum døgum, og ikki kann sigast annað, enn at børn og vaksin hava latið upp fyri hugflognum, nú tey hava verið við til at skapa.

Síðani mai 2015 hava 7 dagstovnar, Skúlin við Løgmannabreyt og Fountainhúsið arbeitt í felag um at skapa ein ævintýraheim í viðarlundini. Ævintýraheimurin er gjørdur úr endurnýtslutilfari, sum handlar, matstovur o.o. hava savnað. Úrslitið verður sýnt fram í døgunum 9. til 13. mai, so nú mást tú skunda tær, um tú vilt síggja.

Myndirnar hevur Birgir Sondum tikið.