Yvirskrift

Emil úr Lønnebergi

Tekstur

Nógvar góðar søgur hevur Astrid Lindgren skrivað. Vit kenna øll Emil úr Lønnebergi. Saman við honum keða vit okkum ongantíð.

Emil úr Lønnebergi, hann ger skálkabrøgd, næstan hvønn dag. Men Emil er so fittur, at hann ongantíð ger somu skálkabrøgd tvær ferðir, hann finnur altíð uppá nýggj. Sum tá ið hann vant lítlusystrina Idu upp í flaggstongina. Ella ta ferðina, tá ið hann reið á Lukasi beint inn í tann stóra salin, har borgarstjórin hevði veitslu. Tá flentu øll uttan borgarstjórin. Neyvan eru skálkabrøgdini hjá Emili so illa meint, sum til dømis hina ferðina í skúlanum, tá ið hann mussaði lærarinnuna. Tá segði Emil, at hann gjørdi tað, bara tí hann vildi vera fittur.
 

Aðrir partar