Yvirskrift

Jól í Svingi

Tekstur

Minnast tit jólakalendaran um Linus og  Kláru og Núra og Ásu og Akaju, sum búgva í bygdini í Svingi? Í Svingi er kavi og nógv trø. Og øll hava hug at halda jól og hugna sær, bæði stór og smá. Teir 24 partarnir eru serstakar søgur, sum vera sagdar við humor, hita, hugna og kærleika.

Hóast filmurin er um tey, sum búgva í Svingi, so kundi tað næstan verið onkustaðni tætt við har tú býrt. Tí tað er sum um man kennir seg aftur.  Til dømis at fáa pakkakalendara, at syngja í jólakóri og sovorðið. Men har er eisini ein, sum alla somlu tíðina finnur uppá okkurt ørt. Og viðhvørt er tað garvilt.