Mynd

Tema

Tekstur

Í Føroyum hendir mangt og hvat – allan dagin og alla náttina. Í Tema fáa vit at vita meira, og práta við fólk, sum vita.

So um tú kundi hugsað tær at vita meira um til dømis sólarmyrking, havið, sansirnar, krabbamein, val ella okkurt heilt annað, vel so bara Tema, og set teg væl til rættis.

Aðrir partar

Hilmar Høgenni og Per á Hædd greiða Viktoriu frá, hvat hon skal gera

Hvussu er tað at stilla upp? Vit hava funnið uppá eina gentu, sum eitur Viktoria.. Hon er 12 ára gomul og hon ætlar sær at stilla upp. Men hvussu skal hon gera og hvat skal hon gera?


Hon ynskir reinari vesi á skúlunum, at foreldur arbeiða minni og at 90 ára gamla omma hennara, fær nýkókaði og frísk epli til døgurða hvønn dag. Fyrst fær hon góð ráð frá Hilmari Høgenni. Síðani fer hon til fotograf hjá Per á Hædd

Viktoria fær hesaferð ráð frá Tór Verland Johansen sum arbeiðir á einari samskiftisfyritøku

Hvussu ger man tá man ætlar at stilla upp? Vit hava funnið uppá eina gentu, sum eitur Viktoria.. Hon er 12 ára gomul og hon ætlar sær at stilla upp.

Men hvussu skal hon gera og hvat skal hon gera?

Hon ynskir reinari vesi á skúlunum, at foreldur arbeiða minni og at 90 ára gamla omma hennara, fær nýkókaði og frísk epli til døgurða hvønn dag. Í dag fær hon góð ráð frá Tór Verland Johansen, sum arbeiðir á samskiftisfyritøkuni - Sansir

Viktoria fær góð ráð bæði frá Tór Verlandi Johansen, samskiftisráðgeva og Riu Tórgarð, sjónleikara.

Hvussu ger man, um man ætlar at stilla upp?

Vit hava funnið uppá eina gentu, sum eitur Viktoria.. Hon er 12 ára gomul og hon ætlar sær at stilla upp. Men hvussu skal hon gera og hvat skal hon gera?

Hon ynskir reinari vesi á skúlunum, at foreldur arbeiða minni og at 90 ára gamla omma hennara, fær nýkókaði og frísk epli til døgurða hvønn dag. Í dag fær hon góð ráð frá Tór Verland Johansen og Riu Tórgarð.

Ria Tórgarð, sjónleikari og Brynhild Thomsen, journalistur, hjálpa í dag Viktoriu

Hvussu skal Viktoria gera, um hon ætlar at stilla upp?

Vit hava funnið uppá eina gentu, sum eitur Viktoria.. Hon er 12 ára gomul og hon ætlar sær at stilla upp. Men hvussu skal hon gera og hvat skal hon gera?

Hon ynskir reinari vesi á skúlunum, at foreldur arbeiða minni og at 90 ára gamla omma hennara, fær nýkókaði og frísk epli til døgurða hvønn dag.

Í dag fær hon góð ráð frá Riu Tórgarð og Brynhild Thomsen.

Brynhild Thomsen og Hilmar Høgenni greiða frá, og Viktoria hendur eina røðu

Hvat skal Viktoria huga um, ætlar hon at stilla upp?

Vit hava funnið uppá eina gentu, sum eitur Viktoria.. Hon er 12 ára gomul og hon ætlar sær at stilla upp. Men hvussu skal hon gera og hvat skal hon gera?

Hon ynskir reinari vesi á skúlunum, at foreldur arbeiða minni og at 90 ára gamla omma hennara, fær nýkókaði og frísk epli til døgurða hvønn dag.

Í dag greiðir Hilmar Høgenni frá valkortum, vallistum og valúrslitum. Eisini heldur Viktoria røðu sína fyri lista V.

Tóki er vertur. Í panelinum eru Miriam, Magnus og Karin Elisabeth

Børn gera Also og tey seta tríggjar viðkomandi spurningar. Tóki Hákunarson er vertur. Í panelinum eru Miriam í Grótinum, Magnus í Niðristovu Olsen og Karin Elisabeth Berhardsdóttir Petersen

Døgg er vertur. Í panelinum eru Sigrid, Ólavur og Kristianna

Børn gera Also og tey seta tríggjar viðkomandi spurningar. Døgg úr Dímun er vertur. Í panelinum sita Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, Ólavur í Skála og Sigrid Finnsdóttir Hansen. Ludvík Heðinson er upplesari

Inga, Mattias, Halla og Hanus sita í panelinum

Vit hava Also til børn. Børn seta spurningar og barnapanelið sigur sína hugsan. Tey sum sita í panelinum eru: Inga Simonsen, Halla á Lofti, Mattias Lauritsen og Hanus undir Leitinum. Vit takka 6.flokki í skúlanum á Argjahamri.

Børn eru nógv á netinum, og hvussu ber til at tryggja seg?

Vit eru til fyrilestur hjá Dátueftirlitinum saman við 7.flokki í Eysturskúlanum í Havn. Ingun og Janus greiða frá, og næmingar í 7.flokki siga sína hugsan.

Børn eru nógv á netinum, og hvussu ber til at tryggja seg?

Vit hava verið til fyrilestur hjá Dátueftirlitinum saman við 7.flokki í Eysturskúlanum í Havn. Í dag hitta vit Joannu Johansen flokslærara og næmingar í 7.flokki

Børn eru nógv á netinum, og hvussu ber til at tryggja seg?

Hetta er triðja sending um evnið - At ferðast á netinum. Vit hava verið til fyrilestur hjá Dátueftirlitinum saman við 7.flokki í Eysturskúlanum í Havn. Vit hoyra brot úr fyrilestrinum hjá Ingun og Janusi, og næmingar í 7.flokki siga sína hugsan.

Fimm sendingar um 60 ár

Vit hátíðarhalda Barnaútvarpið, tí tað hevur verið til í 60 ár. Erling Isholm, søgufrøðingur greiðir frá tíðini, hvørjar hava yrvirskriftirnar verið og hvat hevur eyðmerkt seinastu sjey árini. Eisini greiða børn og ung frá, hvat tey minnast frá barnaútvarpinum.

Fimm sendingar um 60 ár

Vit hátíðarhalda Barnaútvarpið, tí tað hevur verið til í 60 ár. Erling Isholm, søgufrøðingur greiðir frá fyrstu tíðini, tá ið Barnaútvarpið byrjaði, hvussu var tað tá? Hvat spældu børnini tá? Ein fyrrverandi smádrongur kemur á vitjan, og hann eitur Rudolf Joensen. Hvørjum lurtaði hann eftir í barnaútvarpinum?

Fimm sendingar um 60 ár

Vit hátíðarhalda Barnaútvarpið, tí tað hevur verið til í 60 ár. Erling Isholm, søgufrøðingur greiðir frá 80´unum. Hvussu var tað tá? Hvat spældu børnini tá? Vit tosa við eina fyrrverandi smágentu, og hon eitur Rigmor Dam. Hvat minnist hon frá Barnaútvarpinum?

Fimm sendingar um 60 ár

Vit hátíðarhalda Barnaútvarpið, tí tað hevur verið til í 60 ár. Erling Isholm, søgufrøðingur greiðir frá fyrstu tíðini, tá ið Barnaútvarpið byrjaði, hvussu var tað tá? Hvat spældu børnini tá? Ein fyrrverandi smádrongur kemur á vitjan, og hann eitur Heðin Mortensen, hann var 11 ára gamal, tá ið útvarpið varð sett á stovn. Hvat minnist hann?

Fimm sendingar um 60 ár

Vit hátíðarhalda Barnaútvarpið, tí tað hevur verið til í 60 ár. Erling Isholm, søgufrøðingur greiðir frá fyrstu tíðini, tá ið Barnaútvarpið byrjaði, hvussu var tað tá? Hvat spældu børnini tá? Ein fyrrverandi smádrongur kemur á vitjan, og hann eitur Svein Magnason. Hvat minnist hann frá Barnaútvarpinum?

Anna Dalsgaard greiðir frá, nú 10 ár eru liðin síðani sorgarbólkurin Berin varð stovnaður

Vit fara at varpa ljós á evnið børn og sorg. Í fyrstu sendingini greiðir Anna Dalsgaard frá. Hon var ein teirra, ið setti sjálvhjálparbólkin á stovn.

Anna og Annika greiða frá

Í dag fer Anna at greiða meira frá sorgarbólkinum Beranum. Og so fer Annika at greiða frá hennara tilknýti til sjálvhjálparbólkin Beran. Hetta er 2. sending í samband við, at Berin hevur 10 ár á baki.

Ronja lesur yrkingar og barnakórið Cantus syngur

Í dag kemur Ronja Johannesen úr Vestmanna, sum misti beiggja sín fyri seks árum síðani, at greiða frá tí, sum hon skrivar. Og vit hoyra tað, sum hon skrivar. Eisini eru vit til venjing hjá barnakórinum Cantus, sum venur til konsertina hjá Beranum leyggarkvøldið 16. mars.

Vit eru á vitjan hjá Beranum

Seinasta mikudag vóru vit á vitjan hjá sorgarbólkinum Beranum. Vit hoyra brot úr samrøðum í bólkunum. Randi fer at greiða frá málningum, sum hon hevur málað. Eisini fer Djóni Nolsøe Joensen at greiða frá - hann er ein av bólkaleiðarunum

Ludvík Heðinson er vertur

Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Hesuferð er tað sendingin við klassiskum tónleiki, sum eitur Bolero. Ludvík Heðinson vertur.

Sending við klassiskum tónleiki. Jóhannes Erlendsson er vertur.

Børn gera útvarp í barnaútvarpinum. Hesa ferð er sendingin Bolero á skránni. Jóhannes Erlendsson er vertur.

4.flokkur á Argjum greiðir frá

Evnið hesa vikuna er fuglar. Í dag greiða børn í 4.flokki í skúlanum á Argjahamri frá

Andreas Reinert greiðir frá

Í dag fara vit at vitja Andreas Reinert, sum hevur nógvar gæs, hann eigur ravn og veit nógv um fuglar

William Simonsen - lívrøðingur greiðir frá

Vit hoyra um fuglar

Amnesty International og SSP

Evnið hesa vikuna er "Børn og harðskapur". Katrin á Neystabø, sum arbeiðir í Amnesty International, greiðir frá barnarættindum. Mariann Reinert, sum arbeiðir í SSP greiðir frá, hvussu tey arbeiða við harðskapi í skúlum.

Um barnaverndina

Bina Reginsdóttir og Anna Maria Troest, sum arbeiða á Barnaverndarstovuni hjá Tórshavnar Kommunu

Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur greiðir frá

Evnið hesa vikuna er - Børn og harðskapur. Í dag greiðir Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur frá

Katrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur greiðir frá

Evnið hesa vikuna er - Børn og harðskapur. Í dag spyrja vit Katrinu Lindenskov Holm, sum er sálarfrøðingur, hvussu tað kennist at uppliva harðskap

Prát við børn og vaksin um evnið

Í dag hoyra vit Biritu Lamhauge Jóansdóttir, forkvinnu í Barnabata greiða frá Eg.fo. Rógvi Thomsen sigur okkum eitt sindur um trivnarðarkanning, sum er gjørd í føroyska fólkaskúlanum, og so hoyra vit um happing, sum jú, er ein partur av harðskapi. Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur sigur frá tí at trívast, og børn siga sína hugsan um harðskap

Randi Kúrberg, greiðir frá

Evnið í Barnaútvarpinum er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Hesa ferð tosa vit við Randi Kúrberg, sum er lærari og fæst nógv við frælsan ítrótt

Oddfríður Marni Rasmussen, greiðir frá

Evnið í Barnaútvarpinum er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Hesa ferð tosa vit við Oddfríða Marna Rasmussen, sum er lærari og rithøvundur.

Kathrina Lindenskov Holm, greiðir frá

Evnið í Barnaútvarpinum er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Hesa ferð tosa vit við Kathrinu Lindenskov Holm, sálarfrøðing.

Sissal Rasmussen, greiðir frá

Evnið í Barnaútvarpinum er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Vit hoyra Sissal M. Rasmussen, sum hevur gjørt eina kanning um børn og mál. Hon arbeiðir á Føroyamálsdeildini.

Í dag greiðir Sissal M. Rasmussen frá.

Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Í dag hoyra vit Sissal M. Rasmussen, sum hevur gjørt eina kanning um børn og mál. Hon arbeiðir á Føroyamálsdeildini.

Í dag greiðir Randi Kúrberg frá

Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Í dag tosa vit við Randi Kúrberg, sum er lærari og fæst nógv við frælsan ítrótt

Edny Poulsen teknmálstulkur greiðir frá

Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Í dag tosa vit við Edny Poulsen, sum er teknmálstulkur.

Edny Poulsen, greiðir frá

Evnið í Barnaútvarpinum er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Hesa ferð tosa vit við Edny Poulsen, sum er teknmálstulkur.

Oddfríður Marni Rasmussen greiðir frá

Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Í dag tosa vit við Oddfríða Marna Rasmussen, sum er lærari og rithøvundur.

Kathrina Lindenskov Holm sálarfrøðingur greiðir frá

Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna er børn og mál. Vit tosa við fleiri vaksin, sum arbeiða við málinum á ymsan hátt. Í dag tosa vit við Kathrinu Lindenskov Holm sálarfrøðing.

Vit hoyra um djóragarðin, um leyvur, flamingofuglar og onnur djór

Barnaútvarpið hevur verið í djóragarðinum í Keypmannahavn. Her er nógv spennandi at síggja. Hvat gera djórini, hvat eta tey og hví skulu vit hava djóragarð? Louisa, sum er lívfrøðingur í djóragarðinum, fer at greiða frá. Erka Zachariassen týddi. Elin Dagbjartsdóttir Neshamar legði rødd til.

Vit hoyra um leyvur, gibbon, preriuhundar og tasmanskan pungdevil

Vit eru í Djóragarðinum í Keypmannahavn. Louisa, sum er lívfrøðingur í djóragarðinum fer at greiða frá. Vit hoyra um leyvur, gibbon apur, preriuhundar og tasmanskan pungdevil.

Vit hoyra um okapi

Vit hoyra um eitt heilt serstakt djór, sum vit ikki kenna so væl og tað er Okapi. Tann 12.oktober var ein søguligur dagur í djóragarðinum í Keypmannahavn, tá kom okapi kálvurin, sum fólk hava bíða eftir sera leingi, tað er 50 ár síðan seinast og okapi er eitt so sertakt djór, sum ongin visti um fyrrenn fyrst í 1900 talinum. Men tá ið vit vitjaðu Mass djóralækna í djóragarðinum, var kálvurin ikki komin. Mass djóralækni fer at greiða frá, eisini hitta vit Charlie, sum er djórapassari. Hallur Thomsen tosaði fyri Mass djóralækna og Eyðun Muller tosaði fyri Charlie djórapassara. Erla Zachariassen týddi til føroyskt.

Um lundar

Vit hoyra um eitt vælkent djór og tað er um lundan. Lundar úr Skúgvi eru partar av arktiska økinum í djóragarðinum í Keypmannahavn. Saman við álkum og lomvigum búgva føroysku lundarnir í einum eftirgjørdum fuglabergi, har gras veksur og lundaholur eru bygdar. Flemming Nielsen var í Føroyum í Skúgvi tá eftir 48 eggum, sum síðani vóru klakt í klekingarmaskinum í Danmark. So í dag vitja vit Flemming í djóragarðinum í Keypmannahavn.
Ingi Rasmussen tosar fyri Flemming og Erla Zachariassen týddi til føroyskt.

í samband við 130 ára føðingardagin hjá rithøvundanum

Í dag fara Høgni Joensen, skúlastjóri í skúlanum við Løgmannabreyt og Oddvá Nattestad, sum arbeiðir í bókasanvinum í skúlanum á Løgmannabreyt, at greiða frá.

Næmingar úr 6.flokki í skúlanum á Giljanesi greiða frá

Í samband við, at H.A.Djurhuus hevði 130 ára føðingardag, so er evnisvika í Barnaútvarpinum. Í dag eru vit vesturi í Vágunum. Tey í 6.flokki í skúlanum á Guljanesi, hava gjørt evnisarbeiði, um H.A. Djurhuus.

Eir greiðir frá húsinum, har sum H.A. Djurhuus búði og so er morgunløta í Hoyvíkar skúla

Í samband við 130 ára føðingardagin hjá H.A. Djurhuus, er evnisvika í Barnaútvarpinum. Vit fáa í dag at vita, hvar H.A. Djurhuus búði og so hoyra vit, hvussu børnini hátíðarhalda skaldið í Hoyvíkar skúla

Um leikin - Sangur í mjørka

Í dag greiðir Elin á Rógvi frá. Hon hevur skrivað leikin - Sangur í mjørka, sum verður frumsýndur leygarkvøldið 2.november. Røskvá og Mia , sum spæla Elsa í leikinum, greiða eisini frá

Í dag snýr sendingin seg um leikin - Sangur í mjørka

Vit eru í sjónlaikarahúsinum í Havn, og hitta leikarar til leikin - Sangur í mjørka. Sangurin byggir á sangirnar hjá H.A: Djurhuus, og verður leiktur í sambandi við 130 ára føðingardagin hjá skaldinum.

Bogi Mikkelsen og børn siga sína hugsan um Fortnite

Fortnite er sera vælkent og vælumtókt telduspæl, sum børn í øllum aldri í Føroyum spæla. Tey spæla Fortnite á telefon, playstation og teldu. Fortnite hevur 12 ára aldursmark. Vit vilja hoyra meira um spælið og hesa ferð fer Bogi Mikkelsen, sum gongur í 9.flokki at greiða frá. Eisini siga børn sína hugsan um spælið.

Um vælumtókta telduspælið

Fortnite er sera vælkent og vælumtókt telduspæl, sum børn í øllum aldri í Føroyum spæla. Tey spæla Fortnite á telefon, playstation og teldu. Fortnite hevur 12 ára aldursmark.Hesa ferð fara vit ein túr við mikrofonini inn í flokkar at spyrja, hvussu nógv spæla Fortnite. Eisini eru vit í einum barnagarði, og har spæla tey eisini Fortnite. Vit spyrja námsfrøðing um málburðurin er broyttur seinastu tíðina. Børn siga sína hugsan um Fortnite.

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur greiðir frá. Eisini siga børn sína hugsan.

Fortnite er sera vælkent og vælumtókt telduspæl, sum børn í øllum aldri í Føroyum spæla. Tey spæla Fortnite á telefon, playstation og teldu. Fortnite hevur 12 ára aldursmark. Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur fer at greiða frá. Eisini siga børn sína hugsan.

Elin Michelsen, greiðir frá og børn siga sína hugsan

Fortnite er sera vælkent og vælumtókt telduspæl, sum børn í øllum aldri í Føroyum spæla. Tey spæla Fortnite á telefon, playstation og teldu. Fortnite hevur 12 ára aldursmark. Elin Michelsen, sum er foreldur og heldur fyrilestur um børn og internet, fer hesa ferð at greiða frá. Eisini siga børn sína hugsan.

Børn siga sína hugsan - Kinna Poulsen og Edvard Fuglø greiða frá

Í dag tosa vit um fuglar sum ímynd. Hví verða fuglar brúktir í listini og aðrastaðni. Kinna Poulsen og Edvard Fuglø greiða frá, og børn í 4. flokki í skúlanum á Argjahamri siga sína hugsan

Næmingar úr 6.E eru í útvarpsstovuni

Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Øll hesi Góðan Morgun Føroyar: Anna Maria Heðinsdóttir, Solveig Kristiansdóttir,Meiken Skoubo Dalsgaard,, Maibritt Tindskarð Justinusen, Bergljót Diana Augustinusesn, Bogi Petursson, Sólvá í Niðristovu Olsen og Johannes Erlendson. Tey tosa við Leu Blaaberg, sum var við í filminum Ludo. Tað er meira friðarligt at ganga í skúla úti í Dímun, heldur 12 ára gamla Døgg úr Dímun. Heðin Samuelsen heldur skjaldbøkur vera sera spennandi.

Marita Debes Magnussen granskar bakteriur

Granskaravika er í Barnaútvarpinum. VIt hoyra fleiri granskarar greiða frá. Hesuferð verður tað Marita Debes Magnussen, sum fer at greiða frá.

David Arge Klevang Petersen granskar rúmdina

Granskaravika er í Barnaútvarpinum. VIt hoyra fleiri granskarar greiða frá Hesuferð greiðir David Arge Klevang Petersen frá.

Sjúrður Fróði Olsen granskar heilsuvísindi

Granskaravika er í Barnaútvarpinum. VIt hoyra fleiri granskarar greiða frá. Hesuferð fer Sjúrður Fróði Olsen at greiða frá.

Agnes Mols Mortensen granskar tara

Granskaravika er í Barnaútvarpinum. VIt hoyra fleiri granskarar greiða frá. Hesa ferð er tað Agnes Mols Mortensen, sum fer at greiða frá.

David arge Klevang Petersen granskar rúmdina

Granskaravika er í Barnaútvarpinum. VIt hoyra fleiri granskarar greiða frá Hesa ferð greiðir David Arge Klevang Petersen frá.

Evnisvika um grind

Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um grind. Í fyrsta parti fer Bjarni Mikkelsen, sum arbeiðir á tjóðsavninum at greiða frá.

um tjaldrið og grækarismessurøða

Hesa vikuna er evnið fuglar. Vit leggja fyri at hoyra um grækarismessu, um tjaldrið sum tjóðfugl. Eva Gunnarstein greiðir frá og Rósa Lín Sigurstein heldur grækarismessurøðu. Eisini fer Njál at greiða frá morgunsangi

1.flokkur syngur og prátar

Í dag eru vit í 1.flokki í Leirvíkar skúla. Tey hava teknað eina rúgvu av tjøldrum. Eisini syngja tey fleiri sangir fyri okkum

Livar Nysted og Eyðálvur Wang greiða frá

Livar Nysted hevur róð um Atlantshavið og Eyðálvur Wang er útróðramaður í Klaksvík

Hvussu er tað at kava?

Ingi Sørensen vitjar í barnaútvarpinum, og fortelur okkum, hvussu tað er at kava, og hvat hann sær á havsins botni.

Hvussu er tað at kava?

Ingi Sørensen vitjar í barnaútvarpinum, og fortelur okkum, hvussu tað er at kava, og hvat hann sær á havsins botni.

Kathrina nLindenskov Holm, sálarfrøðingur greiðir frá.

Hvør eri eg og hví eru vit so ymisk? Hesa ferð seta vit sálarfrøðinginum Kathrinu Lindenskov Holm spurningar.

Jógvan D. Hansen lærari í heimspeki, greiðir frá.

Jógvan D. Hansen lærari í heimspeki, greiðir frá.

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen lívfrøðingur, greiðir frá

Hvør eri eg og hví eru vit so ymisk? Hesa ferð seta vit Noomi Oddmarsdóttir Gregersen spurningar.

Bjørg Jacobsen fólkalívsfrøðingur, greiðir frá

Hvør eri eg og hví eru vit so ymisk? Hesa ferð seta vit Bjørg Jacobsen spurningar.

Tórmóður Stóra psykiatari, greiðir frá

Hvør eri eg og hví eru vit so ymisk? Hesa ferð seta vit psykiataranum Tórmóð Stóra spurningar.

Andreas Mouritsen tyrluflogskipari, greiðir frá

Evnið er tilbúgving og hesuferð tosa vit við Andreas Mouritsen, sum er tyrluflogskipari.

Um Barna- og ungdómsbókmentafagnaðin - Beinta Johannesen greiðir frá.

Hesa vikuna er stórfingni barna-og ungdómsbókmentafagnaðurin - Kom og les. Rithøvundar og sjónleikarar eru úti á skúlum og greiða frá. Eitt sera flott bókahús er sett upp í Norðurlandahúsinum, Sámal Blak hevur evnað til. Í húsinum eru vælkendar verur úr føroyskum barnabókmentum. Kom og les endar við einum tiltaki í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. apríl. Beinta Johannesen, sum arbeiðir á Strok og á Bókadeild Føroya Lærarafelags greiðir frá.

Bókin Flata kaninin og setanin til festivalin

Í dag hevur Býarbókasavnið 45 ára føðingardag. Vit fara at hoyra bókina - Flata kaninin, sum tey eisini fara at lesa á Býarbókasavninum í dag. Tey skipa eisini fyri festivalinum - Kom og les. At enda eru vit til setanina í Norðurlandahúsinum. Festivalarnir - barna-og ungdómsbókmentafestivalurin Kom og les, og festivalurin Børn, ung og mentan, vóru settir í Norðurlandahúsinum sunnudagin 30. mars. Fyri framman liggja spennandi dagar hjá børnum og ungum. Vit varpa ljós á hesar dagar í Barnaútvarpinum.

Rakel Helmsdal er á vitjan í Barnaútvarpinum

Í dag er Rakel Helmsdal á vitjan í Barnaútvarpinum. Hon hevur skrivað nógvar ymiskar bøkur. Hon greiðir frá søgum og frá tí at skriva søgur.

Sólrún Michelsen greiðir frá

Í dag er Sólrún Michelsen á vitjan í Barnaútvarpinum. Hon hevur skrivað fleiri søgur og yrkingar. Í dag greiðir hon serliga frá yrkingunum, sum eru í savninum Loppugras. Eisini syngja børn í skúlanum í Kollafirði.

Vit eru í Frískúlanum í Havn, saman við Aase Bømler, sum skrivar og teknar bøkur

Í dag eru vit úti saman við Aase Bømler. Hon fer at gera eina bók saman við næmingum í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað.

Bjarni á Steig

Vika í BÚ um krabbamein

Bjarni á Steig

Vika í BÚ um Krabbamein

Jansy Gaardlykke

Vika í BÚ um krabbamein

Jansy Gaardlykke

Vika um krabbamein í BÚ

Jansy Gaardlykke

Vika í Bú um krabbamein

Krabbameinsvika

Ein familja sigur frá um at verða rakt av krabbamein.

Børn í Frískúlanum í Havn greiða frá og spæla fiskaspøl

Havvika eru í Barnaútvarpinum og í dag enda vit vikuna í Frískúlanum í Havn. Tey hava arbeitt síðani í januar mánaða við fiski og tí, sum er at finna í havinum

Vit eru úti saman við sjónleikarum, vit hoyra um talgild bókaummæli og Edvard Fuglø greiðir frá

Í Kringluni í dag fara vit at hoyra um Kom og les, sum er barna og ungdómsbókafestivalur. Hesa vikuna hava rithøvundar greitt frá, vit hava hoyrt søgur og verið úti og vitjað skúlar. Eisini hava vit hoyrt um festivalin Børn og ung og mentan, sum er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Tað eru sera nógv tiltøk í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, og fleiri enn 4000 børn hava verið til barnakonsert og hava sæð bókahúsið, sum Sámal Blak hevur evnað til. Í Kringluni í dag eru vit allarfyrst úti við tveimum sjónleikarum, sum eita Hans Tórgarð og Katarina Nolsøe, tey og onnur hava ferðast í ymiskum skúlum og greitt frá upplestri og hava víst børnum, hvussu tey fáa myndir í høvdið, tá ið tey lurta eftir søgum og lesa upp. Síðani fara vit at vitja á Námi, tí har fyrireika tey talgild bókaummæli, sum verða á skránni í Norðurlandahúsinum í morgin. At enda fer listamaðurin Edvard Fuglø at greiða frá, hann hevur teknað og skrivað nógvar vælkendar bøkur, eitt nú Janus er ein stjørna, Vampyrella og Poetikus. Vampyrella og Poetikus eru í Norðurlandahúsinum og práta við børn allar dagar, tá ið festivalurin er. Myndir úr bókum hjá Edvard Fuglø verða vístar fram í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.
Fyrst eitt sindur av tónleiki, og vit hoyra sang hjá Jensinu Olsen, frá barnakórstevnuni í 2012. Jensina fer eisini at framføra til Kom og les tiltakið leygardagin. Eisini verða sangir úr Loppugrasi, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað, sungnir. Lesiringur av Viðareiði kemur á vitjan, rithøvundar greiða frá, fyrilestrar verða og mangt mangt annað.

William Simonsen, lívføðingur greiðir frá. 4. flokkur á Argjahamri hevur arbeitt við fuglum, og tey fara eisini at siga frá.

Í dag snýr Kringlan seg um fuglar. William Simonsen sigur frá, hann er lívføðingur og arbeiðir á náttúrgripasavninum. 4. flokkur í skúlanum á Argjahamri hevur arbeitt við fuglum. Tey greiða frá, siga frá søgum og yrkingum. Sendingin var gjørd í 2012.

Børn í Frískúlanum í Havn greiða frá og Ingi Sørensen fer at kava eftir øðum

Vit fara at byrja evnið "Hav" í dag, tí í næstu viku er útivika og tá fara sendingarnar at snúgva seg um hav.

Vit ummæla fløguna - Barnasetrið við Ævintýraferðini 2016

Vertur í barnakvørnini er Hanus undir Leitinum. Í panelinum sita William Wilkinson, Iðunn Horn og Bjarti Danielsen. Tey ummæla fløguna - Barnasetrið við Ævintýraferðini 2016.

Evnisvika um sjúkrahús

Mia er sjúkrarøktarfrøðingur á føðideildini og Esther er námsfrøðingur á barnadeildini, tær báðar greiða frá sínum arbeiði.

Evnisvika um sjúkrahús

Hesa ferð greiðir Eyðfríð, sum er ljósmóðir, frá.

Evnisvika um sjúkrahús

Hesa ferð greiðir Arnhold, sum er lækni, frá

Evnisvika um sjúkrahús

Portørurin, Jógvan Páll greiðir frá sjúkrabili, fyrstuhjálp og øðrum, sum hevur við hansara arbeiði at gera.

Turið Kjølbro greiðir frá kanningini av lesivanum hjá børnum.

Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa. Hví skulu vit lesa? Hesa ferð fer Turið Kjølbro at greiða frá kanningini av lesivanum hjá børnum, sum var gjørd seinast í 2017 og fyrst í 2018. Eisini siga børn sína hugsan um tað at lesa. Ein mamma sigur eisini, at hon lesur fyri børnum sínum.

Rigmor Dam greiðir frá

Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa. Hví skulu vit lesa? Hesa ferð greiðir Rigmor Dam frá átøkum, sum eru sett í verk. Eisini siga børn sína hugsan um tað at lesa. Ein mamma sigur eisini, at hon lesur fyri børnum sínum.

Hans Jón, skúlastjóri og Hanne, bókavørður, greiða frá.

Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa. Hví skulu vit lesa? Hans Jón, skúlastjóri greiðir frá. Vit eru eisini á Býarbókasavninum, har Hanne, sum er bókavørður, sigur okkum, hvat børnini lesa. Børnini siga sína hugsan og vit spyrja ein pápa, um hann lesur fyri børnum sínum.

Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags og Rachel Helmsdal, rithøvundi, greiða frá

Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa. Hví skulu vit lesa? Vit vitja Bókadeild Føroya Lærarafelags og hoyra um bókaklubban. Rachel Helmsdal skrivar bøkur, og hon sigur sína hugsan um tað at lesa og skriva. Børnini siga sína hugsan og vit spyrja ein pápa, um hann lesur fyri barni sínum.

Gitte Klein og Turið Kjølbro greiða frá

Í Barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa. Hví skulu vit lesa? Vit fara at lurta eftir Gitte Klein, sum ofta heldur fyrilestur um tað at lesa. Og so er 10 ára føðingardagur hjá krabbabókunum - Turið Kjølbro greiðir frá.

Vit vitja MRCC

Evnið er tilbúgving, og vit vitja MRCC.

Vit vitja MRCC

Evnið er tilbúgving, og vit vitja MRCC.

Annika Marr Poulsen er lærari og fer at greiða frá

Nú fara vit at hoyra um tað at vera orðblindur. Vit hava í Barnaútvarpinum í seinastuni hoyrt eina søgu í seks pørtum um eina gentu, sum upplivir, at tá ið hon skal lesa hart í flokkinum, fløkjast orðini og alt verður so øgiliga trupult. Nú vilja vit hoyra meira um evnið - orðblindur. Annika Marr Poulsen er lærari í skúlanum á Fløtum, og hon fer at greiða frá.

Annika Marr Poulsen og Rasmus Magnussen greiða frá

Í barnaútvarpinum hoyra vit um tað at vera orðblindur, Annika Marr Poulsen og Rasmus Magnussen fara at greiða frá. Men fyrst fer Annika at vera lærari hjá Elini og Jonnu.

Rasmus Magnussen greiðir frá

Rasmus Magnussen greiðir frá tí at vera orðblindur

Hvat finna tey uppá í dag?

Jensina hugsar um kappróður, tey finna eina sang og Snúti fortelur eina søgu.

Evnið er landsroyndir í fólkaskúlanum

Nógv hevur verið kjakast um landsroyndir í fólkaskúlanum. Skulu hesar royndir vera talgildar, tá ið tað ferð eftir ferð eru tøkniligir trupulleikar? Hvat er endamálið við landsroyndini og hvussu verður við royndini í vár? Guðrin Dalsgarð Bjørk er vertur. Hon hittir Regin Marnerson, sum er stjóri Námi og Próvstovuni. Hans Fróði Jensin, sum er telduvørður í skúlanum á Argjahamri, hann sigur sína hugsan. Hákun Haraldson og Gunnar Reynslág ganga í 6.flokki í skúlanum á Argjahamri, og teir greiða frá, hvussu tað er at vera til landsroynd.

Temavika um rognkelsi og tosk

Í tveimum sendingum greiðir Ása Johannesen frá um rognkelsi.

Temavika um rognkelsi og tosk

Í tveimum sendingum greiðir Ása Johannesen frá um rognkelsi

Erling, søgufrøðingur og Kristina, djóralækni greiða frá

Vit hava evnisviku um seyð. Vikan var fyrstu ferð at hoyra í apríl 2011.

Kristina, djóralækni og Jógvan Sigurd

Vit hava evnisviku um seyð. Vikan var fyrstu ferð at hoyra í apríl 2011.

Jógvan SIgurd, seyðamaður og Kristina, djóralækni greiða frá

Vit hava evnisviku um seyð. Vikan var fyrstu ferð at hoyra í apríl 2011.

Guðrun Ludvíg og Robert Mc Birnie

Vit hava evnisviku um seyð. Vikan var fyrstu ferð at hoyra í apríl 2011.

Leif Sørensen, kokkur greiðir frá

Vit hava evnisviku um seyð. Vikan var fyrstu ferð at hoyra í apríl 2011.

Hjá skótunum læra tey at vera til reiðar

Barnaútvarpið fer alla hesa vikuna at senda um hvat tey gera hjá skótunum.
Fram um alt læra tey, at ein skóti altíð skal vera til reiðar at hjálpa.

Hjá skótunum læra tey at vera til reiðar

Barnaútvarpið fer alla hesa vikuna at senda um hvat tey gera hjá skótunum.
Fram um alt læra tey, at ein skóti altíð skal vera til reiðar at hjálpa

Hjá skótunum læra tey at vera til reiðar

Barnaútvarpið fer alla hesa vikuna at senda um hvat tey gera hjá skótunum.
Fram um alt læra tey, at ein skóti altíð skal vera til reiðar at hjálpa.

Hjá skótunum læra tey at vera til reiðar

Barnaútvarpið fer alla hesa vikuna at senda um hvat tey gera hjá skótunum.
Fram um alt læra tey, at ein skóti altíð skal vera til reiðar at hjálpa.

Barnaútvarpið fer alla hesa vikuna at senda um hvat tey gera hjá skótunum. Fram um alt læra tey, at ein skóti altíð skal vera til reiðar at hjálpa.
Vit vitja Sløkkiliðið í Havn

Heini Østerø, átaksleiðari greiðir frá og vísir okkum runt.

Vilt tú síggja myndir, so eru tær at finna her

Vit eru á vitjan hjá Sløkkiliðnum í Havn

Heini Østerø, átaksleiðari greiðir frá og vísir okkum runt.

Vilt tú síggja myndir, so eru tær at finna her

Vit eru á vitjan hjá Sløkkiliðnum í Havn

Heini Østerø, átaksleiðari greiðir frá og vísir okkum runt.

Vilt tú síggja myndir, so eru tær at finna her

Søgulig frásøgumynd um sólarmyrking

Hesa vikuna varpa vit ljós á sólarmyrking. Í dag hoyra vit søguligar frásagnir um sólarmyrking og um Hargabrøðurnir

Søgulig frásøgumynd um sólarmyrking

Hesa vikuna varpa vit ljós á sólarmyrking. Í dag hoyra vit søguligar frásagnir um sólarmyrking.

Næmingar úr frískúlanum í Havn, greiða frá

Hey her eru vit við barnaútvapinum - evnið er sólarmyrking, sjálvandi, og vit eru til reiðar við brillum og eisini at hoyra meira um evnið.

Børn kring alt landið hava arbeitt nógv við sólarmyrkingini og eisini børnini í frískúlanum í Havn, sum byrjaðu longu í januar, so í dag fara tey at greiða frá.

Næmingar úr frískúlanum í Havn, greiða frá

Hey her eru vit við barnaútvapinum - evnið er sólarmyrking, sjálvandi, tí í morgin er 20.mars, og vit eru til reiðar við brillum og eisini at hoyra meira um evnið.

Børn kring alt landið hava arbeitt nógv við sólarmyrkingini og eisini børnini í frískúlanum í Havn, sum byrjaðu longu í januar, so í dag fara tey at greiða frá.

Jógvan Arge greiðir frá og næmingar í Frískúlanum í Havn greiða frá

Hey øll somul og vælkomin til barnaútvarpið henda serstaka fríggjadag. Hesa vikuna hava vit hoyrt nógv um sólarmyrking, og í dag er so dagurin 20.mars í 2015, at full sólarmyrking verður í Føroyum.

Mánin er 400 ferðir nærri jørðini enn sólin. Mánin er eisini 400 ferðir so lítil sum sólin, og tí síggja hesir knøttir á leið líka stórir út frá jørðini. Tá ið mánin er millum okkum og sólina, kemur hann av og á fyri sólina. Tá er sólarmyrking.

Mánin kastar skugga á jørðina. Har skuggin rakar jørðina, verður dagur til nátt eina løtu. Um mánin fjalir alla sólina, er myrkingin full.

Seinast full sólarmyrking var í Føroyum, var 30. juni í 1954. Tá høvdu flestu húsarhald hønur, og tað er atburðin hjá hønunum, sum flest fólk minnast best. Tær runnu nevniliga allar inn í høsnarhúsið og settust á vaglið at sova - tær hildu tað var nátt.

Í dag fer Jógvan Arge at greiða frá, hvussu hann minnist sólarmyrkingina 30. juni í 1954, hann var tá 7 ára gamal.

Eisini hoyra vit børn í Frískúlanum í Havn greiða frá evnisarbeiði um rúmdina, og í dag fara vit at hoyra stuttar yrkingar um sólina, sum elsti bólkur í skúlanum hevur skrivað.

Lis Hammer greiðir frá

Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara ommur og abbar at greiða frá. Vit vilja hoyra, hvussu tað var, tá ið tey vóru børn. Hesa ferð fer Lis Hammer at greiða frá.

Bjarki Skúvadal greiðir frá

Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara ommur og abbar at greiða frá. Vit vilja hoyra, hvussu tað var, tá ið tey vóru børn. Hesa ferð fer Bjarki Skúvadal at greiða frá.

Karin Kjølbro greiðir frá.

Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara ommur og abbar at greiða frá. Vit vilja hoyra, hvussu tað var, tá ið tey vóru børn. Hesa ferð fer Karin Kjølbro at greiða frá.

Theodor Hansen greiðir frá.

Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara ommur og abbar at greiða frá. Vit vilja hoyra, hvussu tað var, tá ið tey vóru børn. Hesa ferð fer Theodor Hansen at greiða frá.

Sólrún Michelsen greiðir frá

Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara ommur og abbar at greiða frá. Vit vilja hoyra, hvussu tað var, tá ið tey vóru børn. Hesa ferð fer Sólrún Michelsen at greiða frá.

Maria Hvalsrætt er vertur.

Børn gera útvarp og hesa ferð er Maria Hvalsrætt vertur í sendingini - Tit skriva vit spæla. Hon lesur lurtaraynski og vit hoyra tónleik.

Vit vitja umborð á verjuskipinum

Evnið er tilbúgving, og í dag eru vit umborð á Tjaldrinum. Her hitta vit Ellint Abrahamsen.

Vit vitja verjuskipið

Evnið er tilbúgving, og hesa ferð eru vit umborð á Tjaldrinum.

Temavika um rognkelsi og tosk.

Petur Steingrund greiðir í trimum sendingum frá um tosk.

Temavika um rognkelsi og tosk

Petur Steingrund greiðir í trimum sendingum frá um tosk

Temavika um rognkelsi og tosk.

Petur Steingrund greiðir frá um tosk. hetta er seinasti partur

Evnisvika um sansir

Hesa vikuna hoyra vit um sansir.Í dag hoyra vit um eyga, og vit vitja Maluna Holm, sum er eygnalækni á Landssjúkrahúsinum.

Evnisvika um sansir

Hesa vikuna hoyra vit um sansir. Í dag hoyra vit um flølisansin, og í dag greiðir Absalon Eysturoy, lækni frá.

Evnisvika um sansir

Hesa vikuna hoyra vit um sansir. Í dag hoyra vit um nøsina, Bjarki Ellefsen, sum er lækni á Landssjúkrahúsinum, greiðir frá.

Evnisvika um sansir

Hesa vikuna hoyra vit um sansir. Vit byrja vikuna við oyranum og vit vitja Bjarka Ellefsen, sum er oyralækni á Landssjúkrahúsinum.

Evnisvika um sansir

Hesa vikuna hoyra vit um sansir. Í dag hoyra vit um tunguna, og vit eru á fjórðu hædd á Landssjúkrahúsinum hjá Bjarka Ellefsen, lækna

Onnur sending av fimm um seyð

Meira tekstur her

Vit tosa við ein kokk og hoyra um eina heilt serliga ær

Í dag eru vit uppi á Hotel Føroyum, tí í dag vilja vit vita, hvat fer fram eftir at seyðurin er flettur, og hvør matur kemur av seyði. Vit tosa við Leif Sørensen, sum er kokkur. Eisini hitta vit seyðamannin Óla, sum eigur eina heilt serliga ær.

Í dag tosa vit um ull og um Krúlla.

Í dag tosa vit um ull og um eina fitta ær í Suðuroy, sum kallaðist Krúlli. Vit práta við Guðruna Ludvíg og Robert Mc Birnie

Henda vikan snýr seg um seyð.

Í dag spyrja vit søgufrøðing og djóralækna ymiskt um upprunan til føroyska seyðin.

Í dag eru vit í seyðahúsi í Vestmanna

Vit eru í Vestmanna saman við seyðamanninum Jógvan Sigurd. Eisini greiðir Kristina, djóralækni frá um sansir hjá seyði.

Hvar fer ruskið, eftir at vit hava latið tað í ruskspannina uttanfyri okkara hús?

Jonna og Elin vitja á Brennistøðini á Hjalla, tí tær vilja sleppa av við eitt KitKat pappír á rættan hátt.

Hvussu koyrir man bløðrur í sodavatnir, og hví siga tær TSssss, tá man letur tær upp?

Jonna og Elin eru farnar at vitja hjá Føroya Bjór í Klaksvík, og tær leita eftir tí stóra veðrinum fyri at finna veg.

Veksur sápa á einum sáputræi? Hvussu fáa vit sápu?

Jonna og Elin vitja á Kemilux, sum framleiðir føroyska sápu.

Hví skal man hava eitt mjólkavirki, tá mjólkin kemur frá einari kúgv?

Jonna og Elin vitja á MBM, sum stendur fyri Meginfelag Búnaðarmanna. Tey gera alt møguligt til matnað, burtur úr føroyskari mjólk.

Hvat er í matpakkanum? Fiskapylsa! Man hon smakka gul?

Jonna og Elin vitja á Tavuni í Leirvík, har tær hava sett sær fyri at finna útav, hvussu fiskapylsa verður gjørd. Tá man kemur innar, so er bara at fylgja luktinum av fiskafrikadellum, so finnur man onkran at práta við.

Tóki Hákunarson er vertur - Heðin Samuelsen er tøkningur

Næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum gera útvarp. Hesuferð er tað vælkenda sendingin - Við Tóra á túri, men verturin er Tóki, so sendingin eitur í dag - Við Tóka á Túri. Leiðin gongur til Kaldbaks. Her verður vitjað í skúlanum, har næmingar syngja og greiða frá. Eisini greiðir Mona á Bøgarði frá.