vit_submenu_uv

Mynd

Um sangin

Tekstur

Vit føroyingar elska at syngja, og vit syngja allan dagin, um vit sleppa. Í útvarpinum eru nógvir sangir, og vit syngja hart við, tá ið vit kenna ein.

Sjálvandi eru eisini nógvir føroyskir sangir, sum vit syngja. Men hvaðan koma hesir sangir? Og hvør er søgan um sangin? Í Føroyum búgva nógvir yrkjarar, sum skriva orðini, og tónasmiðir, ið gera løgini til yrkingarnar, og so skulu hesi bara finna saman.

Hvør sangur hevur sína søgu, og her eru søgurnar um nakrar sangir.