endurnytsla.png

Lova mær við - Endurnýtsla

Vit eru í Miðstovninum í Gundadali

Í Miðstovninum í Gundadali í Havn hava tey arbeitt nógv við endurnýtslu. Tað eru børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í frítíðarskúlanum, sum hava gjørt robottar, hús til bamsurnar, pennahús og mangt annað.

 

Aðrir partar

Næmingar í Sands skúla hava skrivað til Elina og Jonnu

Sands skúli hevur eina spennandi evnisviku um fisk og fiskivinnu, og tey bjóða okkum við á Havstovuna.

Bartal Páll er 7 ár og dámar væl at sparka fótbólt og at tekna

Í dag eru vit heima hjá Bartal Páll, sum er 7 ára gamal. Honum dámar væl at sparka fótlbólt og at tekna.

Bjørt hevur boðið Elini og Jonnu at vitja í skúlabólkinum

Bjørt er 5 ár og gongur í skúlabólki í dagstovninum Kurl@. Tað er sera spennandi, heldur hon, og hon vil fegin bjóða okkum við

Børn lova Jonnu og Elini við til ymiskt.

Vit vitja vón sum er 6 ár

Triðji flokkur í Sørvágs skúla hava areitt við havbotninum, og hava lovað okkum við.

Børnini í 3. flokki í Sørvágs skúla greiða frá verkætlanini, sum er havsins botnur. Tey hava gjørt nógv kreativt, tey hava gjørt ævintýr, framført og gjørt sang.

Barbara og Høgni geva seyði

Í dag eru vit í Funningi. Her eru Barbara og Høgni og geva seyði. Tey búgva í Hoyvík, og eru ofta saman við pápa sínum og geva seyði.

Vit eru í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í Havn - tey hava eisini gjørt ein sang

Børn í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í Havn hava sent okkum bræv. Tey siga, at tey hava gjørt ein sang, og at tey fara at seta eplir niður. Vit hoyra rappsangin hjá teimum, og tey greiða frá eplum, sangi og um tað at ganga í frítíðarskúla.

Í dag eru vit hjá gulu skótunum við Emblu og Nikobu

Vit hava fingið bræv frá vinkonunum Emblu og Nikobu. Tær ganga hjá gulu skótunum, og bjóða okkum við á skótafund.

Vit eru á vitjan í Norðagøtu og hoyra um Shetlands pony

Vit hava fingið bræv úr Norðagøtu. Brævið er frá Brynhild, sum hevur Shetlands pony. Og her fáa vit nógv nýtt at vita.

Vit eru á vitjan á Hvítanesi, har gentir og dreingir spæla úti

Vit hava fingið bræv av Hvítanesi. Ægir hevur skrivað okkum bræv, og bjóðar okkum at koma við, tá ið tey spæla úti. Tey eru fleiri gentir og dreingir, sum gera holur, fellur, vápn og spæla nógv stuttligt saman.

Vit eru hjá Magdu, sum hevur undirlátar og dámar væl at súkkla

Vit hava fingið bræv frá 9 ára gomlu Magdu. Hon hevur boðið okkum til Kunoyar at heilsa uppá undirlátarnar Marthu og Hanus. Eisini greiðir hon frá tí at súkkla.

Vit hoyra sang og eru til listaframsýning í samband við mentanarvikuna

0-flokkur í dagstovninum við Margáir, hevur sent okkum bræv. Tey hava verið við í verkætlan, tá ið mentanarvika var í kommununi. Tey gjørdu framførslur og listaframsýning útfrá sanginum - Kvøða til sóknina. Vøggustovubørn, barnagarðsbørn og skúlabørn, hava havt eitt sera gott og stuttligt samstarv.

Vit eru á vitjan í Heimara skúla, og Gunnvá greiðir frá lesing

Vit hava fingið bræv frá Gunnvá. Hon býr í Havn og gongur í Heimara skúla, sum er partur av Venjingarskúlanum í Havn. Henni dámar væl at lesa, og hon lesur upp fyri okkum, og greiðir frá, hvussu hon hevur tað, tá ið hon lesur, og hvørjar bøkur henni dámar allarbest at lesa.

Teir eru brøður, og hava ein hund og ein ravn

Vit hava fingið bræv frá beiggjunum, sum búgva í Peruhúsinum í Havn, teir eita Magnus og Pætur. Teir hava ein hund, sum eitur Hulda, og ein ravn, sum eitur Gorpur.

Tinna ferðast hjá ommu síni í Havn

Tinna er 4 ára gomul. Hon býr í Danmark, men nú er hon heima í Føroyum og vitjar ommur og abbar. Hon hevur sent okkum bræv og bjóðar okkum til Jónu-ommu í Havn. Tinna sigur eitt sindur um, hvussu tað er at ganga í barnagarð í Keypmannahavn. Eisini bakar hon vaflur saman við Jónu-ommu

Elinborg og Sigrid eru vinkonur, og tær eru sera prátingarsamar

Vit hava fingið bræv frá Elinborg og Sigrid, sum búgva í Hoyvík. Tær eru BFF, tað vil siga allarbestu vinkonur, sum dáma væl at lesa, spæla borðspøl og at sova saman.

Vit vitja Elisu og Eydnu Súsonnu, sum búgva í Fuglafirði

Elisa og Eydna Súsanna eru systrar. Tær hava sent okkum bræv, og fara at greiða frá fittu kaninunum, sum tær eiga.

Skúlabólkurin - Spírar á Argjahamri, hevur boðið okkum við

Spírar á Argjahamri, sum eru skúlabólkur, hevur gjørt eina spennandi verkætlan um rúmdina. Tey hava boðið okkum við at uppliva rúmdina, rúmdarferjur og rúmdarmenn.

Vit eru á vitjan í Drotning Margrethu barnagarði í Klaksvík

Stovnar og dagrøktir í Norðuroyggjum hava arbeitt við málsligu menningini hjá børnum. Í hesum sambandi hava tey havt um ymiskar rithøvundar og hoyrt ymiskar søgur. Tey í Drotning Margrethu barnagarði hava eitt nú gjørt eitt flott Pippi-hús.

Mariann Reinert, sum er politi, hevur lova okkum við í 1.flokk í skúlanum við Løgmannabreyt

Í dag hoyra vit um, hvussu týdnigarmikið tað er at brúka hjálm, trygdarbelti og endurskin. VIt læra, hvussu vit skulu bera okkum at úti í ferðsluni. Mariann Reinert, hevur boðið okkum við í 1.flokk í skúlan við Løgmannabreyt. Her vóru 49 børn í endurskinsvesti og nýggjum flottum hjálmi.

Jonna og Elin hava vitjað børnini í Dr. Margrethu barnagarði í Klaksvík. Tey hava havt evnisarbeiði um Pippi Smokkulegg
Tey tosa um tað at blogga

Eddi og Malena eru systkinabørn, sum búgva í Klaksvík. Tey blogga og vlogga og eru á netinum og hyggja at bloggarum.

3. flokkur í Vestmanna skúla er við í kapping at savna plastik

Næmingar í 3. flokki í Vestmanna eru við í norðurlendskari kapping um at savna plastik. Tey kláraðu at savna tjúgu kilo uppá fimtan minuttir. So sendu tey eina mynd, sum prógv.

Emmy Bjarta

Emmy Bjarta hevur lova okkum við í frítíðarskúla

Vit vitja Páll og Róar, sum spæla Playmobil

Teir eru 9 ára gamlir og búgva ímillum Gilja í Hoyvík. Páll og Róðar spæla lego, pluss pluss og fyritíðina spæla teir allarmest playmobil. Teir brúka sítt hugflog og hava tað ordiliga stuttligt, og spæla í fleiri tímar, hvønn dag. Teir heva sent bræv og greiða frá playmobil.

Lova mær við

Vit eru á vitjan hjá Randarsól, sum býr í Bø. Hon eigur fleiri djór og dugir sera væl at ansa teimum og at greiða frá.

Lova mær við

Vit hava fingið bræv úr Syðrugøtu. Vit fara at vitja Aron og Grækaris, sum gera legofilmar. Men hvussu gera teir legofilmar? Kom og lurta!

Lova mær við

Vit vitja systarnar, sum eita Jóna og Olivia. Tær hava nógvar leikur í kamarinum, eitt nú Sylvanian Family og eina fittan hund, sum eitur Lewis.

Lova mær við

1. 2. og 3. flokkur í Leirvíkar skúla hava evnisarbeiði um náttúruna. Vit hoyra tey greiða frá og fara eisini ein túr oman í fjøruna í Leirvík.

Lova mær við

Vit eru á vitjan í Streymnesi. Her býr 8 ára gamli Benjamin, sum eigur nógv lego. Vit hoyra, tá ið hann byggir og greiðir frá.

Lova mær við

Vit eru til hundavenjing saman við Emiliu. Hon eigur hundin Livu. Emilia fyrireikar seg til hundaframsýning.

Lova mær við

Maria og Ludvík eru systkinabørn og tey spæla badminton. Tey halda badminton eru ein góð ítróttargrein og tað halda systkin teirra eisini.

Lova mær við

Vit vitja Brynhild Høgnadóttir, sum arbeiðir á Ráðnum fyri ferðslutrygd. Tað er sera týdningarmikið at brúka endurskin, serstakliga tá ið tað er myrkt meginpartin av degnum. Eisini fáa vit onnur góð ráð um ferðslu.

Lova mær við

Silas og Gilli venja yngri lið í amboðsflimleiki, og tað er ordiliga spennandi, halda teir. Teir eru eisini við í kappingarliði í amboðsfimleiki hjá Havnar Fimleikarfelag. Teir greiða frá kappingum og venjingum.

Lova mær við

Joan gongur til saksofon í musikskúlanum í Havn. Hon heldur tað er eitt stuttligt ljóðføri og systir hennara, Kristfríð, spælir eisini saksofon, so vit hoyra tær báðar spæla brot úr Mama Mia hjá ABBA. Eirikur Skála er lærari hjá teimum báðum.

Børn úr skúlabólkinum - Spíranum, greiða frá

Sirkus er í Dagstovninum á Hamrinum, og tey framføra fyri foreldrum, vøggustovum og barnagørðum. Tey ganga í skúlabólkinum - á Argjahamri, og skúlabólkurin eitur - Spírarnir.

Næmingar í skúlanum við Løkin framføra

10.floks næmingar í skúlanum við Løkin í Runavík, framføra í hesum døgum leikin - Hodja úr Pjort. Tey fara at greiða frá og vit hoyra brot úr leikinum.

Børn í Eiðis skúla, greiða frá

Vit vitja á Eiði, tí 1. 2. og 3. flokkur hava havt evnisarbeiði um sagnir. Nøkur teirra fara at greiða fra.