born_4_2_0.jpg

Børn syngja í Kollafirði

Næmingar syngja og greiða frá

Upptøkurnar eru frá 2009.

 

Aðrir partar

Fótbóltsdagur

Børn úr Miðvági og Sandavági hava fótlbóltsdag.

Anna Helena, Sára og Róar eru á familjulegu á Zarepta

Hvat gera tey á familjulegu á Zarepta á Vatnsoyrum? Anna Helena, Sára og Róar fara at greiða frá.

Hon er 12 ár og hevur búð í Inda í fýra ár

Adhya Nandi hevur foreldur úr India. Pápi hennara kom til Føroyar at vera venjari í badminton. Adhya er fødd í Føroyum, men hevur búð í India í fýra ár. Hvat mál tosa tey heima? Og hvar ætlar Adhya at búgva, tá ið hon verður stór?

Tvey 8 ára gomul børn greiða frá

Hvussu er at búgva í Keypmannahavn? Og hvat hugsa børn við føroyskum foreldrum um Føroyar? Hvat mál tosa tey? Anna Sofía og Jóan Petur eru 8 ára gomul og ganga í skúla og til frítíðarítriv í Keypmannahavn. Í sendingini siga tey sína hugsan.

Vit eru í skúlanum á Velbastað

Tey í 6. og 7.flokki í skúlanum á Velbastað arbeiða við ávegisskriving. Yvirskriftin er - At ferðast. Tey finna uppá persónar, sum fara at ferðast. Olga, Teitur og Ingibjørg greiða frá.

Vit hoyra um skrá, skrímsl og setan

So er Barnafestivalurin 2017 byrjaður. Vit hoyra um alt sum er í Norðurlandahúsinum frá døgunum 1.-9.apríl. Sunnuva Bæk greiðir frá og eisini siga børn sína hugsan.

Um sansavilliniborg og barnakonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri.

Hvat er ein sansavilliniborg? Vit spyrja Gunnvu Zachariasen, sum er íbúgvi í villiniborgini. Djóni og Janus siga sína hugsan um sansavilliniborgina. So hoyra vit brot úr barnakonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri. Søgan hesa ferð er - Skrímslið lítla systir mín. Diana, Bogi og Helena siga sína hugsan um konsertina.

Næmingar í Sands skúla og úr skúlanum við Løgmannabreyt, greiða frá.

19.apríl var Biophiliakapping í Norðurlandahúsinum. Tað var 4. og 5.flokkur í Sands skúla sum vann kappingina. Tey vóru professarar í gróti. 6.flokkur í skúlanum við Løgmannbreyt høvdu arbeitt við Narnia og gjørdist nummar tvey. Tey siga sína hugsan um kappingina og verkætlanina.

Hvat gera børnini har?

Tey hava tað stuttligt í Býlingshúsinum undir Fjalli í Havn. Eydna, Edmnund, Theodor, Svanna og onnur greiða frá.

Vit vitja 1. og 2. flokk í Skúlanum á Fløtum

Vit hoyra næmingar í 1. og 2. flokki syngja fyri okkum. Tey ganga í skúlanum á Fløtum. Jónsvein Heinesen er tøkningur

Tey siga frá kelidjórum og mongum øðrum

Eisini siga tey frá sangum

Vit eru á Sandi

Næmingar í skúlunum í Sandoynni hava havt evnisviku við yvirskriftini - Matur og tilfeingi. Hetta var í samband við ársins Eplafestival. Tí fóru allir næmingar í skúla leygarmorgun, og fóru skrúðgongu yvir á økið, sum er í Trøðum á Sandi, har tey framførdu sang og leik. Børnini gleða seg og siga sína hugsan.

Næmingar greiða frá og syngja

Upptøkurnar eru frá 2011

Vit hoyra 5. og 6. flokk

Børn hava sang og tónleik saman við læraranum Palla Hansen. Tey ganga í 5. og 6. flokki. Jónsvein Heinesen er tøkningur

Tey framføra fýra sangir, og spæla ukulele og gittar.

Næmingar í Frískúlanum í Havn syngja og spæla fýra sangir. Skúlin er á Velbastað.

Børn greiða frá og syngja

Upptøkurnar eru frá 2007

Næmingar, sum ganga í 1. 2. og 3. flokki syngja.

Vit hoyra børn, sum ganga í Norðskála-Oyrar skúla. Eisini hoyra vit barnakórið. Jóannes S. Hansen spælir klaver og skipar fyri.

Næmingar greiða frá og syngja

Upptøkurnar eru frá 2009

Vit eru hoyra 5.flokk í Vestmanna skúla

Sangupptøkur úr Vestmanna skúla frá 2007. Tey í 5.flokki greiða frá.

Tey í 4.flokki seta eplir niður

Vit eru í Sørvági og hitta børn, sum seta eplir niður. Tey í 4.flokki í Sørvágs skúla greiða frá.

Yngsta deild hevur arbeitt við Íslandi og hádeildin hevur arbeitt við Afrika

Vit eru í Kollafirði. Og í Kollafirði fara vit víða um. Allir næmingarnir í skúlanum hava havt evnisviku. Tey í yngstu deildini hava arbeitt við Íslandi. Miðdeildin hevur arbeitt við India og hádeildin hevur arbeitt við Afrika. Vit eru fyrst í Íslandi. Diana, Anton, Lív, Andrea og Ása greiða frá. Síðai fara vit eitt stutt legg til Afrika, og tá fer Herit at greiða frá.

Miðdeildin hevur arbeitt við India.

Vit eru í Kollafirði. Her hava tey evnisviku um lond og heimspartar. 4. 5. og 6. flokkur hevur um India. Angela, Julia og Meinhard greiða frá.

Átta børn í 2. flokki í Hvalbiar skúla greiða frá

Tey hava havt evnisviku um hav.

Um Pettson og Findus

Vit eru til sjónleik. Á pallinum eru Pettson og Findus. Tey fara at greiða frá og vit hoyra brot úr leikinum.

Evnið í ár er rusk

Lego Holics úr skúlanum á Argjahamri gjørdist vinnari 2015, triðja árið á rað. Filip úr Lego Holics greiðir frá. Eisini hoyra vit børn av Sandi siga sína hugsan um kappingina.

Jógvan Arge greiðir frá og Ovastaloft

So er flaggdagur og Jensina Olsen fer at vitja Jógvan Arge, sum veit nógv um Merkið. Aftaná eru vit á Ovastaloftinum, saman við Jensinu og Snúta.

Vit eru í sjónleikarahúsinum í Havn

Fólk og dólgar í Kardumummubýnum er sjónleikur, sum verður sýndur í sjúnleikarahúsinum í Havn. Vit hitta leikarar, hoyra sangir, hoyra brot úr leikinum og tveir dreingir siga sína hugsan um leikin.

Símun, Thorbjørn, Roar og Hallur úr 5. flokki, greiða frá

Næmingar í skúlanum á Argjahamri hava havt frálæru í forritan. Hetta var í sambandi við - Hour of Code.

Allir forskúlar í Føroyum eru við

Vit hoyra framførslur og práta við børn, sum eru til forskúladag á Argjahamri.

Næmingar í 4.flokki í Gøtu skúla, greiða frá.

4.flokkar í Gøtu skúla hava verið í Norðagøtu, og leita eftir ormveru. Og nú flúgva firvaldar og admiralar í flokshølunum í Gøtugjógv. Næmingar fara at greiða frá gongdini frá ormveru til firvald/admiral.

Næmingar í 4. flokki greiða frá

Í skúlanum á Argjahamri eru fýrbein. Næmingar í 4. flokki ansa teimum, og tey fara at greiða frá.

Konsert við Føroya Symfoniorkestri og Jákup Veyhe, sum frásøgumanni

Vit hoyra góðan tónleik afturvið góðari søgu. Føroya Symfoniorkestur hevur havt nógvar barnakonsertir, og hesuferð er evnið Føroyingasøga. Jákup Veyhe sigur frá.\t\t\t\t\t\t\t

Konsert við Føroya Symfoniorkestri go Jákup Veyhe, sum frásøgumanni

Vit hoyra góðan tónleik afturvið góðari søgu. Føroya Symfoniorkestur hevur havt nógvar barnakonsertir, og hesuferð er evnið Føroyingasøga. Jákup Veyhe sigur frá.

Vit eru á Margarinfabrikkini

Børn og vaksin á Margarinfabrikkini í Havn eru við eini verkætlan, sum snýr seg um at framleiða føroyskt tilfar, sum skal liggja á Youtoube. Orsøkin er, at føroysk børn hava alt ov lítið tilfar á føroyskum. Eisini eru vit í Norðurlandahúsinum, har tey í fimleikafelagnum - Flog, fyrireika seg til fimleikafagnaðin.

Elin Michelsen greiðir frá, Elin á Rógvi hevur skrivað um Kuldakrákuna og hon lesur eisini. Børn úr Sumba greiða frá føstulávint

Vit hoyra um Kuldakrákuna, sum er í føstulávintshýri. Eisini um heimasíðuna, at børn kunnu senda grýlumyndir inn. Síðani hoyra vit børn úr Sumba greiða frá teirra føstulávintshaldi.

Tey hava arbeitt við Brestiskvæðnum. Vit hoyra tey kvøða eisini

Næmingar í 3. flokki í Eysturskúlanum í Havn 2013 høvdu evnisarbeiði um Brestiskvæðið. Vit hoyra børn í 1.2. og 3. flokki kvøða.

Um familjuleikin Heksirnar á Tjóðpallinum

Heksirnar er ein nýggjur familjuleikur á Tjóðpallinum. Tað er ein spennandi, undirhaldandi, syrgiligur, stuttligur og hjartanemandi familjuleikur fyri alla familjuna. Jákup, Sóleyð og Petur Meinar greiða frá. Eisini siga børn, sum vóru til leikin, sína hugsan.

Evnisarbeiði í 5.d í skúlanum á Skúlatrøð

Vit hoyra um eina huldubygd, sum næmingar í skúlanum á Skúlatrøð hava gjørt. Tey ganga í 5.d og fara at greiða frá huldufólki og søgum.

Vit vitja býlingshúsið á Velbastað

Tey í býlingshúsinum á Velbastað, hava verið útferð og sæð fleiri smálomb, og hava uppliva nógv stuttligt og spennandi. Dánjal, Sjúrður, Bjarki og Steintór greiða frá.

Vit eru á vitjan í Søldafirði.

Gerandishetjan er Høgni Kunoy Dávason
Á Fólkaheilsuráðstevnuni, har millum 3-400 fólk vóru savnað í Norðurlandahúsinum, varð Gerandishetjan 2017 avdúkað.Drongurin við svarta beltinum hevur fingið heiðurin: "Gerandishetjan". Hann hevur saman við foreldrum sínum tikið stig til at seta ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul. Í sendingini fáa vit nógv at vita um Taekwondo.

Hann var tá 10 ára gamal

Nú er Jasmin ein vaksin maður, men hann minnist væl fyrstu tíðina, tá ið hann kom til Føroyar. Hann kom til Føroyar úr krígsrakta Serbia.

Stjørnan, ið hvarv og Snæfall

Vit hoyra um jólakalendarasøguna - Stjørnan, ið hvarv og Snæfall, sum er jólakalendari í barnasjónvarpinum. Páll Danielsen greiðir frá.

Um Tjóvajólini og Eg sá ein eingil

Vit hoyra um jólakalendarin - Tjóvajólini, sum verður í sjónvarpinum. Páll Danielsen greiðir frá og eisini hitta vit Hjálmar Dam, sum spælir Kyrri. Í útvarpinum fara vit at hoyra jólakalendarasøguna - Eg sá ein eingil, sum Elin á Rógvi skrivaði í 2010 og hon fer at greiða frá.

Vit hoyra um jólakalendara hjá Strok og hjá Portalinum

Nú nærkast 1.desember og øll gleða seg. Vit gleða okkum til jólakalendarar, og í sendingini hoyra vit Beintu Johannesen greiða frá jólakalendarin í Strok og Píkasjey. Eisini eru vit í Likkudali nummar 1, har Rógvi og Julius stákast við pakkar, jólaprýði og jólakalendara.

Sum 8 ára gomul, flutti hon til Føroyar

Nú er Kim 12 ára gomul. Tá ið hon var 8 ára gomul flutti hon til Føroyar til mammu sína úr Thailandi. Hvussu var at koma til Føroyar? Og hvussu var at læra at tosa føroyskt? Og hvussu er skúlin í Thailandi í mun til Føroyska skúlan? Kim fer at greiða frá.

Vit eru í skúlanum á Fløtum

Nú nærkast First Lego League kappingin 2017. Og í sendingini hesa ferð eru vit við, tá ið næmingar í bólkinum - KlossHans, fyrireika seg.

BUBU er komin á vitjan í Barnaútvarpinum

Í dag er klovnurin BUBU á vitjan í Barnútvarpinum. Hann hevur fleiri nýggjar sangir og hevur nógvar framtíðarætlanir

Evnisarbeiði í Kollafjarðar skúla

Næmingar greiða frá, hvat tey hava arbeitt við í skúlanum. Tey hava havt evnisviku um Kollafjørð. Tey hava máta, hvussu long bygdin er, tey hava lært nógv um tveir gamlar skúlar, tey hava vitja eitt 200 ára gamalt hús og so hava tey fyrireika framsýning.

Nýggja barnaheimasíðan hjá KVF

Vit fara at hoyra um Kuldakrákuna og um Vit, sum er nýggj heimasíða til børn. Kuldakrákan er ímyndin, og klikkja vit á Kuldakrákuna, sum stendur á breddanum á heimasíðuni hjá kringvarpinum, so finna vit søgur, leikir, sjónvarpsendingar, spøl, sangir, evnissendingar, tíðindi og mangt annað. Elin Michelsen greiðir frá. Elin á Rógvi lesur og skrivar um Kuldakrákuna og Tórunn, Elsa, Ingi, Jákup og Tummas siga sína hugsan.

Í Norðurlandahúsinum

Hvat er land í eygsjón? Tað er tað, sum sjórænarar rópa, tá ið teir síggja land, sigur Sunnvá Bech, sum arbeiðir í Norðurlandahúsinum. Hesa ferð er Svøríki í eygsjón. Vit vitja Jensinu, Rasmus og Berg, tí tey venja sangir, sum vit kenna frá søgum, sum Astrid Lindgren hevur skrivað. Anna Fríða og Óðin, sum ganga í 1.flokki í Lítla Skúla, sita og tekna Pippi og aðrar tekningar, sum skulu á stórskíggja í Norðurlandahúsinum.

Vit eru í 6.flokki í skúlanum á Argjahamri

Tey lesa hvønn morgun og brúka ein serstakan lesihátt. Næmingar í 6.flokki í skúlanum á Argjahamri greiða frá.

Sylvia greiðir frá um likkupisurnar hon hevur funnið.

Vit í Vestmanna á vitjan hjá Sylviu. Sylvia er 9 ára gomul og hon hevur likkupisur.

Altjóða festivalur fyri strúkarar

Altjóða minifiddlers-festivalur hevur verið í Føroyum í døgunum 8.-12.juni. 45 næmingar úr fleiri londum venja við Géza og øðrum strúkaralærarum. Hetta eru næmingar, sum eina ferð um vikuna fáa fjarundirvísing í violin. Nú hittust tey her í Havn at spæla violin saman. Tey eru úr Danmark, Týsklandi, Ísrael, Lapplandi, Finnlandi og Suðurkorea. Børnini eru 8-12 ára gomul og fimm føroysk børn eru eisini við. Festivalurin endaði við konsert í Norðurlandahúsinum. Vit vóru har við mikrofonini, tá ið legan var byrja og her var nógvur tónleikur at hoyra.

Vit eru á vitjan

Á Oyrasundskollegiunum úti á Amager í Keypmannahavn, búgva nógvir føroyingar, sum eru lesandi. Her eru fleiri stórir íbúðarblokkar, og her búgva nógv føroysk børn. Hvussu er gerandisdagurin har? Miram og Lív búgva í L-blokkinum. Tá ið Barnaútvarpið bankaði uppá, var Lív og vitjaði Miriam.

Nýggjur teknifilur í Norðurlandahúsinum

Mumi er nú gjørdur við føroyskum røddum, og verður at síggja í Norðurlandahúsinum.

Um skuggadukkuleikir í Frískúlanum í Havn

Í samband við Listarleypin, arbeiða næmingar í Frískúlanum í Havn við skuggadukkuleiki. Tey arbeiða saman við Rakel Helmsdal. Vit hoyra um Nykursvísu og ævitýrið, Trøllið hjá Pápaleysa. At enda hoyra vit Páll Danielsen lesa ævintýrið - Trøllið hjá Pápaleysa.

Nýggj bók við 26 sangum og myndum

Jensina Olsen og Finnur Hansen spæla 26 nýggjar barnasangir á fløgu. Vit vitja tey og tey siga okkum, at Aleksandur Kristiansen hevur skrivað yrkingarnar, Knút Olsen hevur gjørt løgini og Bárður Jákupson hevur málað vatnlitsmálningar. Jensina syngur og spælir og Finnur spælir og tekur upp.

Føroyskur dansur í Frískúlanum í Havn

Í Frískúlanum í Havn kvøða tey alt árið, tó ikki í føstu. Vit hoyra um Ólav Riddarrós, sum tey fara at skipa og kvøða, tá ið dansistevnan verður 11.februar. Eisini hoyra vit um Hørpurímu. Tey høvdu eina verksmiðju í Norðurlandahúsinum, tá ið bókadagarnir vóru í november.

Umhvørvisvika í Tórshavnar Kommunu

Anna á Borg greiðir frá, hvat hon hevur sæð og upplivað. Hon hevur fingið nógv at vita um plast, sum er evnið í umhvørvisvikuni. Eisini siga børn í skúlabólkinum í býlingshúsinum á Ternuryggi, sína hugsan. Tey hava m.a. teknað til kappingina á Býarbókasavninum. Borghild er í Ostahúsinum, og har ber til at síggja vistfrøðiligan mat, sum kann vigast og koyrast í krukkur og pappírposar, ístaðin fyri plast.

Skúlabólkurin í Býlingshúsinum á Ternuryggi er á vitjan

Skúlabólkurin í Býlingshúsinum á Ternuryggi er á vitjan. Tey hava lurtað eftir bókini - Malla ræður, sum hevur verið at hoyra í barnútvarpinum. Tey siga frá skúlabólkinum og siga sína hugsa um at vera vaksin.

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, sigur frá um langa fríggjadag
Sólareygað, Býlingshúsið undir Brúnni og Býlingshúsið á Ternuryggi halda festival saman.

Markus, Sigrid, Paula og Óla Martin greiða frá.

Vit hoyra um ein nýggjan roknisang

Í dag eru vit í Klaksvík á vitjan í skúlanum. Her hitta vit Rakul Ró, sum greiðir frá einum nýggjum roknisangi. Hon syngur eisini vælkendar sangir saman við næmingum í skúlanum í Barnaútvarpinum í dag.

Hoyr sangin her

 

Næmingar í 3.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík greiða frá.

Tá ið tað eru roknidagar, so er spennandi og áhugavert at vera í skúla. Allir næmingar arbeiða saman í ymiskum stovum. Har hava tey úr at gera í heilsustovuni, skúlaumhvørvisstovuni, í Kahootspurnakappingini, í ekspermentarium og á skúlablaðnum.

Steintór Rasmussen og Rakul Ró eru á vitjan

Vit hoyra um Sangskrínið, sum er eitt skrín við sangum, tekstum, nótum, fløgum og vøkrum myndum. Sangir, sum Steintór Rasmussen hevur yrkt.

Næmingar í 5.flokki í Eysturskúlanum eru granskarar

So nærkast Vísindavøkan 2017, sum Granskingarráðið skipar fyri. Tey skipa fyri kappingini - Ársins Vitanarfróðu. Næmingar í 5.flokki í Eysturskúlanum í Havn hava teknað seg til kappingina. Tey hava valt at granska sápu.

Heri, Beinta og Anfinnur greiða frá um fløguna Silas

Hvør er Silas? Jú, Silas er abbasonurin hjá Hera Kragesteen. Abbin gjørdi honum eina fløgu í jólagávu og nú er hon komin út. Í Barnaútvarpinum í dag, sigur Heri okkum søguna um fløguna. Anfinnur Heinesen og Beinta Clothier syngja og eru sjónleikarar á fløguni, so tey siga eitt sindur um tað at frambera sum sjónleikari. Vit hoyra eisini brot úr sjey sangum, sum eru á fløguni Silas.

Vit vitja í Frítíðarskúlanum

Katrin, Óli, Isabella, Eva, Tita, Gabriella og Sofía eru sjónleikarar og tey fara at greiða frá.

Beinta Johannesen, greiðir frá

Tað er vár og tí er spennandi at hoyra um smáfuglar. Beinta Johannesen hevur skrivað bókina - Smáfuglar í Føroyum.

Vit hoyra um jólakalendarin í sjónvarpinum 2017

Ranja, Bjalla, Hjalti og Jákup greiða frá.

7.floks næmingar fáa prógv fyri spælilið

Næmingar í 7.flokki eru við í spæliliði. Tey hava til uppgávu at vera saman við børnum í 1.2. og 3.flokki í fríkorterinum, har tey skipa fyri spølum. Mikudagin fingu, tey sum hava verið við í spæliliðnum í ár prógv, sum Annika Olsen borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu handaði. Sanna og Jónas úr 7.flokki í Eysturskúlanum í Havn greiða frá. Eisini siga børn í 2.flokki sína hugsan.

Skótar brenna bál

Hesuferð eru vit úti í Sandagerði í Havn. Tað er 24. juni og skótar gera klárt at brenna bál. Men hvat gera tey?

Evniðsarbeiði í skúlanum við Løgmannabreyt

Í skúlanum við Løgmannabreyt hava tey havt eitt sera spennandi evnisarbeiði í eina viku. Evnið er samfelagið. Tey arbeiða, fáa pengar afturfyri og sleppa at keypa alt møguligt.

Evniðsarbeiði í skúlanum við Løgmannabreyt

Í skúlanum við Løgmannabreyt hava tey havt eitt sera spennandi evnisarbeiði í eina viku. Evnið er samfelagið. Tey arbeiða, fáa pengar afturfyri og sleppa at keypa alt møguligt.

Børn í Sands skúla greiða frá.

Í Sands skúla hava tey havt evnisarbeiði um sagnir. Vit hoyra tey greiða frá søgnini um Kálv Lítla. At enda hoyra vit brot úr kvæðnum - Harra Pætur og Elinborg, vit hoyra Klaksvíkar Dansifelag.

Prát við børn og vaksin um jólaaftan

Summi arbeiða jólaaftan, børnini gleða seg og onkur hevur føðingardag jólaaftan. Vit fara at tosa við børn og vaksin, sum siga okkum, hvat tey gera jólaaftan.

5. flokkur í Sørvágs skúla hevur gjørt verkætlan

Í Sørvági eru 15 næmingar í 5. flokki, sum hava gjørt verkætlan um tónleikabólkin Tinganest. Tey hava lært seg sangir, gjørt samrøðu við teir í bólkinum, gjørt plakatir, framløgur og skipað fyri konsert.

Børn í skúlanum við Løgmannabreyt, greiða frá

Hvat er ein trivnaðardagur? Tað hoyra vit í sendingini hesuferð. Næmingar siga sína hugsan og royna ymiskt spennandi.

Vit eru í Skúlanum á Fløtum

Hvat er ein trivnaðardagur? Og hvat er at trívast? Poula, Olivia, Karl og Mikkjal í 2.a í Skúlanum á Fløtum, fara at greiða frá.

Evnisarbeiði í Lítla Skúla í Havn

Vit vitja í Lítla Skúla í Havn. Tey hava evnisarbeiði um ull. Og tað halda tey er sera áhugavert.

Prát við Armgarð Arge

Vit fara at hoyra um einglar. Armgarð Arge greiðir frá.

Prát við Armgarð Arge

Vit fara at hoyra um einglar. Armgarð Arge greiðir frá.

Armgarð Arge greiðir frá og børn siga sína hugsan

Hvat er føsta og føstulávint? Spurningin seta vit Armgarð Arge, og vit fáa nógv at vita. Eisini siga Filip, Bylgja og Eivi okkum, hvat tey fara at vera á førstulávint.

Jóan Pauli Joensen, greiðir frá og børn siga sína hugsan

Vit spyrja Jóan Paula Joensen um føstulávint, um at ganga grýlu, sláa tunnu og mangt annað. Eisini siga børn okkum, hvat tey fara at vera føstulávintsmánadag.

Erling Isholm greiðir frá tunnuni og Elin, Gilli og Jógvan siga sína hugsan um føstulávint

Hvat er ein tunna og hvat hevur hon verið brúkt til? Vit spyrja Erling Isholm, søgufrøðing. Elin, Gilli og Jógvan fara at siga eitt sindur um at ganga grýlu, hvat er gott at fáa í posan, um at gerast kattakongur og mangt annað.

Evnisarbeiði í Sands skúla

Miriam, Anna Petra, Bogi, Venningsted og Jógvan greiða frá evnisarbeiði, sum tey hava havt í Sands skúla. Tey hava lært eina rúgvu um ljóð, litir og árstíðir. Tey hava verið nógv úti í náttúruni og so spældu tey eisini sjónleik.

Næmingar í 4.b á Skúlatrøð í Klaksvík, greiða frá.

Í Barnaútvarpinum hoyra vit um Martin Luther, nú tað eru 500 ár síðani, at hann negldi tær 95 tesurnar á dyrnar í Wittenberg. Á Skúlatrøð í Klaksvík hava næmingar havt evnisviku um Martin Luther.

Hedvig, Sirius og Felisia siga sína hugsan

Vit hoyra um Mumi, tí nú verður filmurin um Mumi frumsýndur í Norðurlandahúsinum ? ein føroyskur Mumi filmur, við føroyskari talu og føroyskum sjónleikarum. Og tá verður eisini - Barnafestivalurin 2016 í Norðurlandahúsinum. Felisia, Sirius og Hedvig siga sína hugsan um Mumi og um Tove Janson, sum hevur skrivað og funnið uppá Mumi og hini í Mumidalinum.

Prát við tey, sum gera sendingina og luttakarar

So er 2. umfar av Orrustu byrjað. Seinasta sunnukvøld klokkan 19.30 var 1. sending. Tá sóu vit ÍA-dreingirnir kappast móti svimjigentunum úr Reysti. Vit tosa við børnini, vertin og onnur sum gera sendingina.

Næmingar í Tofta skúla greiða frá

Songkvinna Lone Wernblad og Peter Wermø eru á konsertferð í Føroyum. Yvirskriftin er - Nøj det er for børn ella Ens í Norden. Eisini hava tey verksmiðju saman við børnunum. Vit eru saman við teimum í Tofta skúla, tá ið næmingar skriva sang og gera myndir, sum snúgva seg um tað serstaka, sum er í Føroyum.

Eisini hoyra vit Djóna úr Porkeri spæla klaver

Jákup Eli er 12 ára gamal og her er nógv stuttligt at síggja og hoyra. Eisini hoyra vit klavertónleik úr Porkeri.

Tey siga stuttligar søgur

Hvørjar søgur eru stuttligar? Hvat fær teg at flenna? Børn í útibarnagarðinum í Trongisvági siga sína hugsan

Turid og Gunnar greiða frá

Tað eru tvey skúlabørn í skúlanum á Húsum á Kalsoynni. Tey eru systkin og eita Turid og Gunnar, sum eru 7 og 8 ára gomul.

Fýra næmingar, sum greiða frá og syngja

Vit eru í Suðuroy og hoyra hesuferð næmingar í Porkeri greiða frá og tey syngja eisini fyri okkum.

Lea, Steintóra og Alfred greiða frá

Vit hoyra um skúlan í Mikladali og um Kópakonuna

6.a úr Eysturskúlanum hvur fingið vitjan av einum donskum flokki

Fríði, Jónas,Sjúrður og Lise greiða frá