Vitan

Vitan: Fólk hava ilt við at trúgva vísindunum
05-04-2016
Vísindini hava torførari og torførari við at sannføra fólk um tað, ið vísindini siga. Hoyr Pál, Maritu og Boga kjakast um hetta evnið

Eitt lítið fet hjá einum menniskja, men eitt stórt fet hjá mannaættini. Kendu orðini hjá rúmdarmanninum Neil Armstrong, tá hann í juli mánaði 1969 sum fyrsta menniskja nakrantíð setti fótin á Mánan.

Ella gjørdi hann nú tað?

Skeptikarar hava leingi hildið uppá, at mánaferðirnar ongantíð vóru gjørdar, og mánalendingin varð filmað í einum studio.

Hóast meira enn 100.000 fólk arbeiddu við Apolloætlanini, og Neil og teir eru komnir aftur av Mánanum við yvir 400 kiloum av mánasteinum, so eru mong ivingarsom.

Hvussu kundi flaggið blaktra á Mánanum í ongum lofthavi? Hvussu kundi skuggar liggja í ymsar ættir, tá tað á Mánanum bara er ein ljóskelda, nevniliga sólin? Hví eru ongar stjørnur á myndunum, ið vórðu tiknar á Mánanum?

Amerikanski rúmdarstovnurin hevur fleiri ferðir víst hesum spurningum aftur við vísindaligum prógvum, og hóast ein fylgisveinur hevur verið uppi á Mánanum og tikið myndir av staðnum, har Apollo lendi og Neil og teir gingu ella koyrdu við mánabilinum, so er tað ein rúgva av fólkið, ið sigur: Vit trúgva tykkum ikki!

 

Greinin heldur fram niðanfyri myndina

Skeptikarar spyrja, hví eru ongar stjørnur á myndunum, ið vóru tiknar uppi á mánanum?

 

 
Vit liva í eini tíð, her allur hugsandi vísindaligur kunnleiki - frá próvnum um at evulotión er veruleiki, og veðurlagsbroytingar eru hvønn dag - er fyri skipaðari og ofta ørligari mótstøðu.

Styrkt av egnum upplýsingum og egnum útleggingum av granskingarúrslitum, hava tey, sum ivast, sett seg upp ímóti serfrøðini.

Í dag eru so nógv menniskju, sum ivast, tí sum vísindini siga, at mann kann næstan siga, at talan er um eitt rák ella ein trend í dag - á alnetinum, í bókum og akademiskum ráðstevnum ? at ivasemi um vísindi er vorðin ein grundhugsan millum nógv fólk.

Hugsa vit um tað, so er hetta ikki so undrunarvert. Okkara lív er gjøgnumseyrað av vísindum og tøkni sum ongantíð fyrr. Fyri mong okkara er henda nýggja verðin hugtakandi og tryggjar menniskjanum framburð - men samstundis eru vísindini eisini fløkt og við hvørt ørkymlandi.

Vit standa andlit til andlits við vandar, sum vit ikki so lætt duga at greina.

 

Vandaleyst at eta ílegubroyttan mat
Vit verða til dømis biðin um at góðtaka, at tað er vandaleyst at eta mat, sum hevur í sær genetiskt modifiseraðar organismur (GMO), tí vísindafólk vísa á, at eingi prógv eru fyri, at tað at broyta gen í einum laboratorium er hættisligari enn at broyta tey við vanligari nøring.

Verðin er full av veruligum og hugsaðum vandum, og at skilja tað fyrra frá tí seinna er ikki lætt.

Skuldu vit verið bangin fyri, at Ebola-virussið, sum bara smittar gjøgnum kropsvætu fer at broytast til eina luftborna superplágu? Vísindafólk siga, at tað er sera ósannlíkt. Einki virus hevur nakrantíð grundleggjandi púra broytt sítt spjaðingarmynstur millum menniskju, og tað eru eingi prógv fyri, at Ebola-virussið er nakað øðrvísi.

Men leitar tú á alnetinum at vita, um Ebola-virussið er luftborið, finnur tú fult av greinum, ið siga at so er, og at hetta virus hevur næstan yvirnatúrligar kreftir, harímillum megina at drepa okkum øll.

Í hesi ørkymlandi verðini mugu vit gera av, hvørjum vit trúgva, og hvussu vit skulu bera okkum at.

Í veruleikanum er tað tað, sum vísindini eru til fyri. "Vísindi er ikki ein røð av fakta" sigur Marcia McNutt, ið stjórnar vísindablaðnum Science. "Vísindi er ein máti at avgera, um tað, sum vit trúgva er grundað á náttúrulógurnar ella ikki." Men hetta er ikki lætt at skilja, og tí fáa vísindini mótspæl ferð eftir ferð.

 

Mong halda at ebola kann gerast luftborið, men vísindafólk siga at hetta er ógvuliga ósannlíkt

 

Ikki nakað nýtt í hesum

Trupulleikin er gamal. Vísindi leiða okkum til sannleikar, ið minni enn so altíð eru sjálvsagdir, ofta so tú gerst heilavillur og við hvørt ringt at svølgja.

Tíðliga í 17. øld, tá Galileo Galilei helt uppá, at Jørðin mól um sín egna ás og ikki var heimsins miðpunkt, men eisini mól um sólina, so var hann ikki bara ímóti áskoðanum kirkjunnar. Hann bað fólk trúgva nøkrum, sum var í andsøgn við vanliga tankagongd - tí tað sær út, sum melur sólin um jørðina, og tú merkir einki til, at jørðin melur.

Galilei kom fyri ein dómstól og varð tvingaður til at taka orðini í seg aftur.

200 ár seinni kom Darwin við sínum ástøði, og hansara hugskot um, at alt lív á jørðini kom frá einum uppruna ættfaðiri. Og siga vit, at menniskja og apur hava sama ættfaðir, og fara vit longur aftur, so eru vit ættfrændur við hval ella djúphavssnigil, er tað ein uppaftur størri biti hjá mongum okkara at svølgja.

Og eisini eitt annað fyribrigdi, sum vísindini siga, at koltvíilta, CO2, eitt ósjónligt luftslag sum vit anda inn alla tíðina, og sum er minni enn ein tíggjundapartur av einum prosenti av atmosferuni, kundi ávirka veðurlag jarðar, sokallaða alheimsupphitingin.

Vísindin sigur eisini, at sjálvt um vit hava etið grind í eini túsund ár, so er tað nú heilsuskaðiligt at eta tvøst og spik.

Hóast vísindini siga tað, so hava vit ilt við at trúgva nógvum av hesum.

 

Vísindini siga okkum at tað er heilsuskaðiligt at eta tvøst og spik, men vit hava ilt við at góðtaka tað


Vit líta á okkara naivu trúgv

Hóast vit intellektuelt góðtaka tað, sum vísindini siga, so sigur okkara hugskygni, intuitión, nakað annað - tað, granskarar nevna okkara naiva trúgv.

Ein kanning á einum universiteti í USA vísti, at sjálvt lesandi við eini hægri vísindaútbúgving høvdu ein trupulleika, tá tey vórðu biðin um at játta ella nokta, at menniskjan stavar frá eini havverðu, ella at jørðin melur um sólina.

Báðir sannleikar eru í andsøgn við okkara hugskygni/intuitión.

Tey lesandi, enntá tey sum rætt viðmerktu "Satt", drálaðu við at svara hesum spurningum, enn spurningunum, um ættfaðir hjá menniskjanum búði í trøunum, sum eisini er rætt og kanska eitt sindur lættari at fata. Ella um Mánin melur rundan um jørðina, eisini rætt, men samstundis logiskt.

Henda kanning bendir á, at sjálvt um vit gerast vísindaliga bóklærd, royna vit at kúga okkara naivu trúgv, men missa hana ongantíð veruliga. Hon liggur alla tíðina í huganum og gevur seg til kennar, tá vit royna at skilja verðini, vit liva í.

 

Vilja ikki góðtaka tilvildina

Vit hava ilt við at góðtaka tilvildina. Okkara heili leitar altíð eftir einum mynstri og eini meining. Vísindini ávara okkum um, at vit kunnu verða lumpað.

Sjálvt hjá vísindafólkum er vísinaástøði ein torfør vísindagrein. Vísindafólk eru sum vit eisini erkvisin og hava tikið støðu frammanundan einum úrsliti. Tey hava lyndi til at leita eftir og bara síggja prógv fyri tí, sum váttar tað, vit annars halda er rætt.

Men mótsett okkum skulu vísindafólk lata onnur vísindafólk kanna granskingina gjølla, áðrenn hon verður kunngjørd.

Og so skjótt eitt granskingarúrslit er alment, og tað er nóg týdningarmikið, so fara onnur vísindafólk at endurskapa úrslitini - og samsvarar tað ikki, verður ivi alt fyri eitt sáddur um úrslitið av granskingini.

Vísindalig úrslit eru altíð fyribils og ávirkað av, at tey kunnu verða kollrend av onkrari framtíðar kanning ella observatiónum. Vísindafólk koma sjáldan við absoluttum sannleika ella veruleika. Har er altíð ein ávís óvissa ella ótryggleiki.

"Vísindini fara at finna sannleikan," verður sagt "Tey kunnu fara skeiv fyrstu ferð og kanska aðru ferð, men at enda finna vísindini sannleikan."

Og tað er hetta, sum ofta ávirkar okkara fatan av veruleikanum.

 

Vísindafólk søgdu í 70'unum at ein nýggj ístíð var væntandi, og henda útsøgnin spøkir enn

 

Alheimsupphitingin er nakað fjas

Í 70'unum søgdu nøkur vísindafólk, at Jørðin var á veg inn í eina nýggja ístíð. Heilt skilagott tóktist tað tá, men hesar útsagnir liva enn og verða brúktar enn fyri at sáa iva um alheimsupphitingina, tó at vísindafólkini sjálv vísa sínum útsagnum aftur, nú 40 ár seinni.

Í fjør heyst kom fimta verðurlagsfrágreiðingin hjá IPCC, verðurlagsráðið undir ST, sum er samansett av fleiri hundrað vísindafólkum. Henda veðurlagsfrágreiðing endurtók harðari og klárari enn nakrantíð fyrr samlyndi vísindamanna: at jarðarskorpan er hitnað 0,8 hitastig seinastu 130 árini, og at mannavirkni, harímillum avbrenning av fossilum brennievni, uttan iva hava verið høvuðsatvoldin til upphitingina síðani mitt í 20. øld.

Nógv fólk í USA - nógv fleiri enn í øðrum londum - ivast í hesi niðurstøðu, ella halda, at verðulagsaktivistar brúka hesa hóttan um globala upphiting at leypa á frælsu marknaðarkrefturnar og ídnaðarsamfelagið sum heild. Tey siga beinleiðis, at ástøðið um alheimsupphitin er tað reina tvætl.

Hugskotið um, at fleiri hundrað vísindafólk úr allari verðini skulu samarbeiða um eitt so víðfevnt tvætl er ógvuliga ósannlíkt. Tað er tó greitt, at felagsskapir, sum tann fossili brennievnisídnaðurin lutvíst hevur stovnað, við vilja royna at undirminera almennu fatanina og birta upp undir skepsis av vísindaligum arbeiðið.

 

Miðlarnir hava skyldina

Tíðindamiðlarnir hava stóran áhuga fyri tílíkum einfarum, noktarum, professionellum kjakarum og borðbukarum. Miðlarnir vilja hava lurtarar og hyggjarar at halda, at vísindini eru full av skakandi uppdagingum, sum einsamøll flogvit hava gjørt. So er ikki.

Tann "keðiligi" veruleikin er, at vísindini arbeiða stigvíst gjøgnum áhaldandi vøkstur í data og innliti, ið sum frá líður, og árini ganga, mong vísindafólk hava savnað.

Men missvísandi miðlar og propaganda frá ídnaðinum er ikki nóg mikið at forklára, hví bara 40 prosent av amerikanarum góðtaka, at høvuðsatvoldin til globala upphiting stendst av mannaávum.

"Vísindaligur samskiftistrupulleiki" sum tað verður rópt, og fleiri hava kannað, hví ein ávísur ivi valdar, og hvussu fólk gera av, hvørjum tey vilja trúgva, og hví tey so mangan ikki góðtaka tað, sum vísindini siga.

Og tað er ikki tí, at tey ikki skilja tað, sum vísindini siga.

 

Fólk við hægru útbúgving er mest skeptisk

Ein kanning, gjørd í USA, vísti at tað vóru tey, sum høvdu hægst útbúgving, ið høvdu tær greiðastu meiningarnar um ástøðið, um alheimsupphitingin er veruleiki ella ikki.

Tað vísir, at tað hevur onki við gløggsemi at gera, um tú trýrt tí, sum vísindini siga ella ikki, men heldur, at fólk vilja brúka vísindini til at styrkja ta fatan, sum longu hevur fest seg í teirra heimsáskoðan.

Vísindini venda sær til tann rationella partin av heilanum, meðan okkara lívsáskoðan verður stýrd av kenslum.

 

Tú finnur alt á alnetinum

 

Fólk lurta ikki eftir teimum lærdu

Alnetið ger tað eisini lættari enn nakrantíð hjá veðurlagsskeptikarumr og ivarum av øllum slag at finna sínar egnu upplýsingar og serfrøðingar. Tann tíðin er farin, tá nakrir heilt fáir máttugir stovnar - lærdir háskúlar, lexikon, stórir miðlastovnar, enntá National Geographic - tæntu sum duravørðar hjá vísindaligum upplýsingum.

Alnetið hevur demokratiserað upplýsingar, og tað er eitt framstig. Men alnetið fær tað eisini at bera til hjá einum at liva í ein "filturbløðru", sum bara letur inn tær upplýsingar, tú longu tekur undir við.

Hvussu fáa vit hol á bløðruna?

Hvussu kunnu vit broyta klimaskeptikararnar?

At koma við meiri information, fakta ella vísa á veruleikan hjálpir ikki.

 

Fáa børn autismu av MFR koppsetingini? Tað halda fleiri, sjálvt um vísindafólk vísa hesum aftur.

 

Kann hava fylgir ikki at trúgva

At ivast í, um vísindini eru eftirfarandi, kann hava fylgir. Fólk, sum halda, at MFR-koppsetingin kann elva til autismu - annars ofta væl skúlað og væl fyri - útseta onnur fyri sjúkur sum kikhosta og meslingar. Antivaksinurørslan hevur verið sterk, síðan tað hámetta bretska tíðarritið The Lancet skrivaði um eina rannsókn í 1998, sum nevndi samband millum vaksinu og autismu.

Tíðarritið tók orðini aftur um rannsóknina, sum bara kom teimum í ringt orð. Men viðmerkingin um sambandið millum vaksinu og autismu hevur verið viðurkent av navnframum monnum og styrkt av internetinum.

Í veðurlagskjakinum er ivin globalur og áhaldandi. Í kjakinum um veðurlagsbroytingar er sentrala uppáhaldið hjá skeptikarum, at tað vísindini siga er politiskt litað, tvingað fram av umhvørvisaktivistum og byggir ikki á eftirfarandi data. Tað er ikki satt og er í veruleikanum at ærumeiða heiðurlig vísindafólk.

Tað at vísindini eru objektiv og ikki hava eina politiska agenda, er styrkin til meira vitan - tað faktum, at vísindini royna at siga sannleika heldur enn tað, vit vildu, at sannleikin var.

Vísindi kunnu vera líka so dogmatisk og eins sum ein og hvør annar - men tað dogmatiska fánar í tí heitu glæmuni av nýggjum kanningarúrslitum. Í vísindunum er tað ikki ein synd at skifta meining, tá prógvini krevja tað.

Vit liva í eini tíð, her alt broytist ógvuliga skjótt. Alt er ikki framstig. Við allari virðing fyri meyrum og blágrønum tara, so eru tað vit við okkara vísindum, ið hava gjørt okkum til ta fremstu organismuna, ið er før fyri at broyta alla gongustjørnuna.

Tað er neyðugt við vísindum, tí tað er neyðugt at fáa eina rúgvu av svarum.

 

Lurta eftir orðaskiftinum millum føroysku granskararnar Pál Weihe, Maritu Debes Magnussen og Boga Hansen, um tað at fólk hava ilt við at trúgva tí tey siga. 

 

Kelda: National Geographic

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Hví hvurvu norðbúgvarnir í Grønlandi? Tað er ein av størstu gátunum í søguni. Nýggj gransking kann kanska geva eina ábending um, hvat hendi.
16-11-2022
Sjálvt um alheimsupphitingin helt uppat í morgin, so hevði havið um allan knøttin hildið fram at hækka
15-09-2022
Tað var ógvuliga heitt í Evropa í summar. Áir tornaðu, skógareldar herjaðu, og fólk vóru um at ganga frá verðini. Orsøkin til ógvusliga hitan var jetstreymurin, sum klovnaði
13-09-2022
Tveir fyrilestrar um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
17-06-2022
Nýggja føroysk gransking vísir, at hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers.
16-05-2022
Søgn í Vágum sigur frá einum stórum vatni, sum lá tætt við Fjallavatn, sum hvarv.
15-02-2022
Arbeiðið at høvuðsumvæla Stokkastovuna í Tinganesi er farið í gongd
20-01-2022
Granskarara úr USA og Føroyum hava kannað DNA í legugrýtinum í Eiðisvatnið, og har sæst, at fyrstu seyðirnir komu har um ár 500.
16-12-2021
- Vit vita ikki, hvat hetta er fyri eitt signal, sigur David Kaplan, ið granskar løgna signalið úr rúmdini.
26-10-2021
Vit hava tikið tær fyrstu kjarnuroyndirnar og goymt tær í rovaranum, sigur Kathryn Stack frá NASA.
05-10-2021
Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, hevur staðfest, at átta víkingagravir eru funnar í Føroyum.
28-09-2021
Fjarstýrdi rúmdarbilurin Perseverance lendi á Mars í februar. Hann er sendur til gongustjørnuna at kanna, um tað einaferð hevur verið lív á Mars.
01-04-2021