Samrøða við Håkan Ericson, venjara hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Håkan hevur nú stjórnað føroyska landsliðnum í eitt ár. Byrjanin hevur verið góð; Føroyar vunnu sín bólk í Nations League og fluttu eina deild upp, og í undankappingini til HM-endaspælið næsta ár hava Føroyar higartil vunnið fýra stig í sínum bólki. Suni Merkistein hittir svenska venjaran hjá føroyska fótbóltslandsliðnum kvøldið fyri seinasta heimadystin í HM-undankappingini.
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.