Miðalhitin á jørðini í fjør var 14.8 hitastig. Hetta er tað mesta menn vita um seinastu 150 árini mátingar eru gjørdar. Bogi Hansen, havfrøðing, hevur í ein mansaldur granska havið. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, millum annað um veðurlagsbroytingar, og hann hevur eisini verið við til at meta seinastu frágreiðingina frá altjóða veðurlagsgranskingarstovninum IPCC.
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.