- Nógv vilja gjarna tosa um fótbólt við meg. Eg tími ikki at snakka um fótbólt. Eg orki ikki at snakka um fótbólt.
Tað sigur 46 ára gamli klaksvíkingurin Todi Jónsson, sum í dag altíð roynir at arbeiða við onkrum, ið ikki hevur við fótbólt at gera. Todi Jónsson er fyrsti føroyingurin, sum av álvara gjørdi um seg uttanlands.
Í Danmark hevur hann enn legendu-status fyri avrikið í FCK.
Hann spældi í átta ár í felagnum FCK. Í fleiri førum átti hann metið sum mest skorandi leikari. Trettan ár eru liðin síðani, at Todi Jónsson gavst í felagnum. Men Todi er komin víðari og tímir ikki at fáast við fótbólt meira.
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.