- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 minuttir
Ímynda tær at verða uppfatað sum nakað annað, enn tað tú ert. At kynsbúningin gerst ein marra, tí at kroppurin mennist til nakað annað, enn tú kennir teg sum. Hetta kennir 28 ára gamla Cecilia Jacobsen av Toftum alt til. Hon hevur sína barna- og undómstíð stríðst við einum kroppi, ið lívfrøðiliga hevur verið nakað annað, enn hon er. Cecilia Jacobsen er tvørkynd, men í dag fyllir hetta ikki nógv hjá henni. Hon fekk skurðviðgerð, tá hon var 21 ára gomul og hevur sostatt livað við einum kroppi, ið samsvarar við hennara kyn í sjey ár.
Tvørkyndleikin hevur havt nógva happing og háðan við sær, sum hevur tyngt hana nógv. Í dag brúkar hon tað til nakað jaligt og arbeiðir sum "Life Coach". Hon ynskir at læra onnur, hvussu tey gerast glað fyri lívið - eisini hóast tey hava upplivað djúpa sálarkvøl. Hetta er hevur hon sjálv stríðst við leingi, men er komin á mál.
25 minuttir
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.
Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo
Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo
Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo