- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 minuttir
Michael Hardinger man hava skrivað nøkur av best umtóktu donsku poppløgunum yvirhøvur. Hann var ein av høvuðsmonnunmum í bólkinum Shu-bi-dua, sum var virkin frá 1973 til 2011. Hesi árini gav bólkurin út átjan LP-plátur og fløgur. Ikki færri enn seks milliónur eintøk eru seld av hesum útgávum. Tað er met í plátusølu í Danmark. Nógvir av sangunum við sínum hugfangandi løgum og rámandi donsku tekstum eru tí vorðnir fólkaogn. Nevnast kunnu "Hvalborg", "Den røde tråd", "Vuffeli-vov", "Danmark", "Sexchikane" o.a. Michael Hardinger var lagsmiðurin í Shu-bia-dua. Í summar framførdi hann á Voxbotn í Havn. Tá hitti Suni Merkistein hann í 25 minuttir.
25 minuttir
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.
Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo
Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo
Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo