25 minuttir

25 minuttir: Búi Rouch
23-01-2019
Rebekka Manuela Behrens hittir Búa Rouch

Búi Rouch hevur drúgvar royndir innan samtíðardans, koregrafi og sjónleik. Hetta heldur hann vera ein styrki, tí hesar listagreinarnar hanga nógv saman.

- Dansur kann vera søguforteljing, men eg havi mest arbeitt við at lýst evnir ella fyribrgidir, sigur Búi Rocuh.

Innan dans hevur hann serliga viðgjørt evni sum seksualitet, ognartøka, patriarki og digitalar miðlar.

Búi Rouch býr í München í Týsklandi, har hann starvast og undirvísir á einum dansi-akademi. Men hann ætlar sær at flyta heim til Føroyar, har hann hevur fleiri verkætlanir fyri framman.

Búi Rouch hevur í ár fingið Virðislønina til ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við. Virðislønin til Ungt listafólk varð latin Búa Rouch fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra okkum gjøgnum dansin.

25 minuttir

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.

25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.

Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo

Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo

Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo

Kára Bjarnadóttir Jakobsen hittir Tim Birkhead
22-01-2020
Elin Michelsen hittir Sissal Kj. Kristiansen
15-05-2019
Sissal Kampmann hittir Terja Rasmussen
08-05-2019
Sissal Kampmann hittir Jasmin Mote
01-05-2019
Pætur Marjunarson Dahl hittir Andrias Høgenni
24-04-2019
Sissal Kampmann hittir Juliu Sass
17-04-2019
Sissal Kampmann hittir Katarinu Nolsøe
10-04-2019
Sissal Kampmann hittir Knút Háberg Eysturstein
03-04-2019
Elin Michelsen hittir Lindu Mortansdóttir
27-03-2019
Sissal Kampmann hittir Jónu Joensen
20-03-2019