- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 minuttir
Nýggja ungdómsrøðin Hashtag hevur júst verði send her í Kringvarpinum. Sendingin snýr seg gerandisdagin hjá fýra ungdómum í Føroyum. Kvinnan, sum hevur framleitt hesa heldur øðrvísi sendirøðina, er filmslistakvinnan Maria Winther Olsen.
26 ára gamla Maria Winther Olsen hevur eisini gjørt aðrar filmsverkætlanir. sum til dømis spælifilmin Nina, sum kom út í fjør, og stuttfilmin Sum Einglar Vit Falla, sum hevur vunnið fleiri prísir.
Maria Winther Olsen hugleiðir um yrkisleiðina sum næstan einsamøll kvinna í filmsvinnuni í Føroyum. Hon heldur, at tað kann vera avbjóðandi, tí arbeiðið er so óstøðug – bæði tá tað við víkjur arbeiðstíð og løn. Harafturat stendur hon nú fyri nýggjari avbjóðing sum mamma, sum krevur, at hon noyðist at hugsa um at arbeiða við meiri tryggum verkætlanum
25 minuttir
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.
Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo
Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo
Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo