13,5 mió. kr. til umvæling og avloysaraskip

13,5 mió. kr. til umvæling og avloysaraskip
Smyril fer í dokk uttanlands í vár, og Strandferðslan leitar framvegis eftir avloysaraskipi
Smyril fer uttanlands í dokk í vár. Umvælingin og at leiga avloysaraskip verður mett at kosta tilsamans 13,5 mió. kr.

26.11.2012 - 15:57

Løgtingið fer í morgin at taka endaliga støðu til, um Strandferðslan skal fáa 13,5 milliónir krónur at umvæla Smyril í vár og leiga avloysaraskip.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um heimildina.  Fíggjarnevndin viðgjørdi uppskotið, og øll nevndin tók undir við tí. Málið varð samtykt við aðru viðgerð mikudagin, og í morgin kemur tað til triðju og endaliga viðgerð.

Av tí at Smyril er so stórt skip, er neyðugt at umvæla hann á útlendskari skipasmiðju. Ætlanin er, at hann skal fara í dokk í 4-5 vikur í vár, tá ikki er so nógv trýst er á flutninginum.

Dokking og avloysaraskip

Sambært viðmerkingunum til uppskotið, væntar Vinnumálaráðið, at dokkingin fer at kosta 8 milliónir og 750.000 kr. Avloysaraskipið verður mett at kosta 4 milliónir og 750.000 kr.

Arbeitt verður við at útvega avloysaraskip, sum hevur somu orku sum Smyril at flyta fólk og farm. Strandferðslan hevur m.a. kannað møguleikarnar at leiga Norrønu, men enn er eingin avgerð tikin.

Seinast, Smyril var í dokk, var í 2010, og tá kostaði arbeiðið góðar 12 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV