- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindafundurin við Helle beinleiðis í Útvarpinum
Tíðindafundurin við Helle beinleiðis í Útvarpinum
Forsætisráðharrin situr í løtuni á fundi við løgmann um m.a. ES-revsitiltøkini í sildamálinum

Almenna vitjanin hjá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, endar seinnapartin, tá leiðin gongur aftur til Keypmannahavnar.
20.06.2013 - 11:03
Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, hitti í morgun løgtingið, og hon er í løtuni á fundi við løgmann í Tinganesi. Tey tosa m.a. um ES-revsitiltøkini í sildamálinum, Arktiska ráðið, og kunnað verður um búskaparligu støðuna.
Klokkan 11.30 hava Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, felags tíðindafund í Tinganesi.
Útvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum.
Í Degi&Viku í kvøld hevur Høgni í Jákupsstovu samrøðu við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra.
Donsku forsætisráðharrahjúnini fara aftur til Danmarkar seinnapartin
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Vísindavøka '25 - Elsa Fróðadóttir Helmsdal, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209450


























