Í Vágum eru nógvir spennandi bygningar frá 2. heimsbardaga, eitt nú S.O.R. bygningurin við flogvøllin
Í hesari seinru sendingini úr Vágum, síggja vit tað, sum eftir er av offisermessuni hjá Royal Air Force í Vatnsoyrum; vit hava verið á flúgvarabedingini við Leitisvatn; vitjað gamla flogtornið og stóra S.O.R bygningin skamt frá flogvøllinum - ein bygningur, hvørs gerandisdagur hevði stóran týdning undir Seinra heimsbardaga.
Eisini umrøddu vit fjøruvegin í Sørvági; ið kanska er størsta krígsminni í Føroyum, Leitishúsini, og kanónstøðirnar, ljóskastarahúsið og sermerkta funkisbygningin við torni vesturi í Bø.
Eisini vitja vit uppi á Mýrunum í Sørvági, har størsta legan hjá bretska herinum var; eins og vit hava verið í signalhúsinum, ið stendur í bønum skamt frá flogvøllinum, og hvørs søga er bæði hugvekjandi og sermerkt.
Og vit hittu eisini Karl Jóhan Nielsen, ið er formaður í Krígssavninum.