Álvaratos!

 
Er kopiera

Tak niður

Bíða við..
Álvaratos!
Um Sendingina

Savnssending

 

Álvaratos er kjaksending við pallborði, sum á sín egna og rúmliga hátt viðgerð aktuell evni, sum fjølmiðlarnir hava tikið upp frammanundan. Sendingin vil upplýsa og undirhalda, verða partur av almenna kjakinum, umframt at hvessa tilvitni hjá brúkaranum sum lesara og lurtara.

 

Pallborðið er breitt samansett við trimum fólkum, ið hava áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Oftast hava hesi útbúgvingar og eginleikar, sum gera tey før fyri at taka støðu í einføldum eins og torgreiðum spurningum. Talan er ikki um eitt serfrøðinga-pallborð burturav, tí luttakararnir skulu eisini kunna vera fólksins rødd.

 

Verturin Jákup Magnussen byrjaði sum blaðungur at gera tónleika- og ungdómssendingar í útvarpinum. Seinni nam hann sær útbúgving sum journalistur, og síðani hava arbeiðsuppgávurnar verið nógvar og ymiskar. Nevnast kunnu sendingar sum Góðan Morgun Føroyar og Nón.

 

Jákup Magnussen hevur eisini havt uppgávur fyri sjónvarpið, serliga í mentunarpartinum. Jákup Magnussen starvast í dag sum freelancari.

 

Slag av sending: Kjaksending

 

Málbólkur: 20+, samfelagsáhugað

 

Sendilongd: 50 minuttir

 

Vertur: Jákup Magnussen

 

Redaktørur: Jákup Magnussen, jakup@kvf.fo

Samband

Sendinga webform