- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bolero
Bolero: Fagnaður 5
31-05-2020
Sending við klassiskum tónleiki sum ymiskir vertir velja
Bolero í mai hevur 3 tema undir høvuðsyvirskriftini Fagnaður: vit lurta eftir tónlist, ið er skrivað undir ella er tengd at II Verðaldarbardaga, nú 75 ár eru liðin síðani kríggið varð av, 2020 er Beethoven fagnaðarár nú 250 ár eru liðin síðani hann varð borin í heim, og tað er Páll Sólstein, ið velur yndisverk eftir Beethoven, og at enda fagna vit várinum.
Lagt til rættis: Urd Johannesen.
Bolero
Bolero er ein sending við klassiskum tónleiki. Innihaldsliga fevnir sendingin vítt - frá renessansu og barokk fram at okkara døgum.
Tónleikurin í teimum einstøku sendingunum hevur ofta ein felagsnevnara. Hesin kann til dømis vera tónleikur úr einum ávísum landi, úr einum tónlistarsøguligum tíðarskeiði ella tónleikur eftir okkurt ávíst tónaskald.
Nógvur klassiskur tónleikur hevur íblástur úr fólkatónleiki. Heitið á sendingini stavar haðani. Bolero er ein spanskur dansur, sum kom fram um ár 1780. Ludwig van Beethoven (1770-1827) var ein tann fyrsti, ið nýtti Bolero í listtónleiki.
Skiftandi vertir leggja sendingina til rættis.
Í dag varð guðstænastan send úr Miðvágs kirkju. Inga Poulsen Dam, prestur, prædikaði
03-03-2024
Eyðun á Lakjuni leggur til rættis
21-01-2024