- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bolero
Bolero: Íblástur úr vetrinum
08-11-2020
Sending við klassiskum tónleiki og ymsum vertum
Í sendingini hoyra vit tónleik við íblástri úr árstíðini. Klavertónar eftir Claude Debussy og Frederic Chopin, orkesturtónar eftir Alexander Glazunov, Bo Nilsson, Lars-Erik Larsson og Carter Pann umframt kórtónar eftir Randall Thompson og Eric Whitacre.
Bolero
Bolero er ein sending við klassiskum tónleiki. Innihaldsliga fevnir sendingin vítt - frá renessansu og barokk fram at okkara døgum.
Tónleikurin í teimum einstøku sendingunum hevur ofta ein felagsnevnara. Hesin kann til dømis vera tónleikur úr einum ávísum landi, úr einum tónlistarsøguligum tíðarskeiði ella tónleikur eftir okkurt ávíst tónaskald.
Nógvur klassiskur tónleikur hevur íblástur úr fólkatónleiki. Heitið á sendingini stavar haðani. Bolero er ein spanskur dansur, sum kom fram um ár 1780. Ludwig van Beethoven (1770-1827) var ein tann fyrsti, ið nýtti Bolero í listtónleiki.
Skiftandi vertir leggja sendingina til rættis.
Sending við klassiskum tónleiki sum Angelika Hansen velur
26-11-2023