- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bolero
Bolero - Hvítusunna
19-05-2024
Vertur er Angelika Hansen
Vit hoyra klassiskan tónleik ið er skrivaður til Hvítusunnuna. Her hoyra vit bæði Hvítusunnukantatuna hjá Bach, og okkurt nýggjari frá eitt nú Arvo Pärt og Messiaen.
Bolero
Bolero er ein sending við klassiskum tónleiki. Innihaldsliga fevnir sendingin vítt - frá renessansu og barokk fram at okkara døgum.
Tónleikurin í teimum einstøku sendingunum hevur ofta ein felagsnevnara. Hesin kann til dømis vera tónleikur úr einum ávísum landi, úr einum tónlistarsøguligum tíðarskeiði ella tónleikur eftir okkurt ávíst tónaskald.
Nógvur klassiskur tónleikur hevur íblástur úr fólkatónleiki. Heitið á sendingini stavar haðani. Bolero er ein spanskur dansur, sum kom fram um ár 1780. Ludwig van Beethoven (1770-1827) var ein tann fyrsti, ið nýtti Bolero í listtónleiki.
Skiftandi vertir leggja sendingina til rættis.
Sending við klassiskum tónleiki og ymsum vertum. Hesu ferð er Angelika Hansen vertur.
26-05-2024