Breddin

Breddin
15-01-2020
Útoyggjar, grøn orkuframleiðsla og innflutningur av rúsevnum

Útoyggjar - tær smæstu oyggjarnar í Føroyum: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Tað hevur leingi verið víst á avbjóðingarnar, sum tær hava. Fólkatalið er ein. Seinastu fimm árini er fólkatalið á hesum oyggjum minkað við góðum nýggju prosentum - frá 235 fólkum niður í 216 fólk. Og tað er ikki bara seinastu árini, at fólkatalið er minkað, men tað er eitt rák, sum hevur verið leingi.

Men hvat skal til fyri at venda gongdini? Kann hon vendast ella um so er, hvør eigur uppgávuna at gera nakað við tað?

Eru tað arbeiðspláss, sum eru neyðug? Eru tað bústaðir ella er tað nakað heilt annað?

 

Føroyar vera riknar við grønari orku í 2030.

Ella vera vit tað?

Framleiðslan av grønari orku minkaði eitt vet í fjør samanborið við árið fyri. Samstundis vaks eftirspurningurin eftir orku munandi.

Hesi bæði viðurskifti gjørdu, at grøna orkan í 2019 einans veitti góð 40 prosent av samlaðu streymframleiðsluni.

Í 2015 hevði SEV sum mál, at 55 prosent av framleiðsluni skuldi koma frá varðandi keldum.

Sama ár fekk SEV stóra virðisløn.

Tað var visjonera ætlanin um, at í 2030 skal øll orka á landið koma frá varandi keldum, saman við nýggjum royndarskipanum, framsøkni og nýskapan í strembanini eftir at brúka grønu okru, sum tryggjaði SEV stóra heiðurin hjá Norðurlandaráðnum.

Tað segði stjórin í SEV Hákun Djurhuus eftir hann hevði fingið virðislønina.

Nú eru tíggju ár til álmanakkin vísur 2030, og lutfallið av grønari orku í stikkkontaktunum er nú minkað. 

Tá tað var uppá tað mesta vóru 60 prosent av orkuni framleidd frá varandi keldum. Hetta var í 2015.

Síðan tá eru uml 50 prosent framleidd við grønari orku á hvørjum ári, men í fjør minkaði hetta niður í 40 prosent.

Tí spyrja vit í dag um 2030 ætlanin enn er eitt realistiskt mál við vaksandi elorkutørvinum í samfelagnum, OG hvat skal til fyri at røkka málinum?

 

Innflytinging av rúsevnum kemur ikki bara í størri mongdum - royndir hjá bæði Taks og løgregluni vísa, at smuglingin er alt meiri skipað. 

Og millum børn og ung er rúsevnið lætt at fáa hendur á siga tey, sum arbeiða við fyribyrging. 

Í breddanum í dag hyggja vit uppá vaksandi trupulleikan við rúsevnum. 

Tað eru bakmenn í Føroyum og har er eisini samband til bandaumhvørvið í Danmark, sigur Jan Johannesen

Eisini á taks hava tey varhugan av, at smuglingin av rúsevnum til Føroya er óvuliga skipað. Jens Kristian Olsen er toll-leiðari á Taks

 

Luttakarar: Helgi Abrahamsen, Jørgen Niclasen, Jógvan Joensen, Óla Jákup úr Dímun, Jóhanna Maria Isaksen, Terji Nielsen, Jan Johannesen, Jens Christian Olsen, Birna í Hjøllum Hentze og Martin Kúrberg.

Sendingina gjørdu Hallur av Rana, Tróndur Olsen og Marjun Dalsgaard. Redaktørur var Sólvit Nolsø

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024