Breddin

Breddin
19-05-2020
Parlamentarisma í kreppustøðu, innlit í hjálparpakkar og søla av veiðiloyvum

16. mars boðaði løgmaður frá tí, ið vit í dag kalla hjálparpakka 1.

Ein hjálparpakki, ið skuldi lofta teimum borgarum, ið mistu starvi sum avleiðing av stríðnum móti Korona.

Í verandi løtu eru 2472 í serligu ALS-skipanini, og í samrøðu við Sosialin í farnu viku segði Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, at í alt hava 4.700 fólk fingið útgjald frá serligu skipanini, og hevur skipanin higartil kosta stovninum 125 milliónir krónur.

Men meðan stovnurin gjarna upplýsir nøkur høvuðstøl, so er verri at fáa innlit í hvørjar tær fyritøkur eru, ið brúka ella hava brúkt skipanina.

Í avgerð at nokta innlit í upplýsingarnar skrivar ALS, at talan er um persónupplýsingar:

"Tað er metingin hjá ALS, at upplýsingar um hvørjar fyritøkur hava brúkt serligu korona-skipanina hjá ALS, sostatt er at sammeta við upplýsingar um hvørjir einstaklingar hava fingið stuðul úr skipanini."

Noktandi svar upp á innlit hevur fingið millum annað Felagið Føroysk Miðlafólk at heita á politisku skipanina at tryggja gjøgnumskygni og opinleika.

Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur, og Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum, kjakaðust um málið.

Parlamentarisma
Hvat hevur eyðkent stýriháttin her á landi undir korona?

Hvussu víkur hetta frá tí vanliga parlamentariska arbeiðnum?

Og hvat er vansin við at avgerðir verða tiknar í undantaksstøðu?

Hetta eru nakrir av teimum spurningum, ið vit viðgera við Bjørt Samuelsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, og Hallbera West, ph.d. Í stjórnmálafrøði.

Veiðiloyvir
35%

Tað er serskatturin sum skal gjaldast, um tú endaliga vilt selja títt veiðiloyvi til at fiska, sum tú hevur fingið frá landinum.

Umframt serskattin so skalt tú eisini rinda partafelagsskatt, og vanligan skatt. Tilsamans umleið 65%, sambært fíggjarmálaráðnum.

Eftir dømunum, sum eru viðløgd í uppskotinum, er hetta rímiliga einfalt at síggja, hvat serskatturin er.

Men í verðuliga lívinum er straks verri at síggja, hvørjum hesi 35% skulu takast av, um meira er tengt at søluni, enn bert eitt veiðuloyvi.

Tað sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkin, Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, og Jákup Mikkelsen, formaður í Fólkaflokkin, kjakaðust um uppskotið í útvarpsstovuni.


Luttakarar: Eyðfinnur Jacobsen, Rógvi Olavson, Bjørt Samuelsen, Hallbera West, Aksel V. Johannesen, Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen.
Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen og Elin Mirjamsdóttir.
Hallur av Rana var redaktørur

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024