Breddin

Breddin
09-06-2020
Rasmisma og sáttmálasamráðingur

Finst rasisma í Føroyum? Ja, siga nógv, nei, siga onnur. Sunnudagin var mótmælistiltak í Havnini móti rasismu um allan heimin undir heitinum "Black Lives Matter - eisini í Føroyum". Vit perspektivera og kjakast um hetta evnið í Breddanum í dag.

Fór landsstýrismaðurin útum sínar heimildir, tá hann vrakaði sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið? Fakfeløg siga ja, men landsstýrismaðurin sigur seg hava heimildina. Vit hyggja nærri at støðuni.

Luttakarar: Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður, Sigmund Poulsen, advokatur, Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Rúna Preeti Ísfeld, granskari, Michael Antony Charles, íverkseti og G! tónleikasamskipari, Katrin á Neystabø, aðalskrivari Amnesty Føroyar, Eivind Jacobsen, kjakari og útvarpsvertur

Sendingina gjørdu: Sólvit Nolsø, Uni Leitisstein Hansen og Tróndur Olsen.

Teknikari: Kári Annand Berg.

Redaktørur: John Johannessen.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eisini í Føroyum verður tvingsil ofta brúktur. Í fjør var hann brúktur 92 ferðir
19-09-2024
Fimti hvør føroyingur er berari av eini deyðiligari arvaligari sjúku. Vit spyrja um øll skulu fáa í boðið at verða kannaði
17-09-2024
Rektarin á Glasi sigur, at álitið á BUMR er skalað og nú er møguligt at granska í PKU kortunum
13-09-2024
Tað gerst alt meiri vanligt at valevni skifta flokk tá talan er um kommunuval - og hólmgongan hevði nógv at siga fyri Harris, men flytir ikki nógvar stemmur
12-09-2024
Eitt valevni til umboðsráðið gongur ímóti streyminum og vil taka umboðsráðið av
10-09-2024
Tvey evni vóru í sendingini í dag
06-09-2024
Tvey evni vóru í sendingini í dag
05-09-2024
Orðaskifti verður millum samgongu- og andstøðulimir í fíggjarnevndini
03-09-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
30-08-2024
Í sendingini verður ljós varpað á grein 6 í heimastýrislógini, sum fyrstu ferð verður brúkt at loysa trætu millum Danmark og Føroyar
29-08-2024
Langir bíðilistar í heilsuverkinum eru enn einaferð komnir á Breddan, nú forkvinnan í ADHD felagnum rópar varskó.
27-08-2024
Nýggj gransking vísir, at serliga heilsustarvsfólk eru fyri hóttandi atburði tá tey eru til arbeiðis
23-08-2024