Danmark og onnur norðurlond hava nógv strangari reglur enn Føroyar um arbeiðsumhvørvi - men vit hava met, tá tað kemur til deyðsvanlukkur
Nógv fleiri deyðsvanlukkur eru á føroyskum arbeiðsplássum enn í okkara grannalondum samanborið við fólkatal og lønmóttakarar. Síðani 2009 hava tað verið í miðal gott ein deyðsvanlukka um árið á føroyskum arbeiðsplássum.
Tað svarar til 110 deyðsvanlukkur um árið í Danmark hyggja vit eftir fólkatalinum.
Í Danmark hava higartil verið 19 deyðsvanlukkur í ár. Í fjør vóru 36 í alt.
Í Føroyum hava verið tríggjar deyðsvanlukkur í higartil í ár. Tað svarar til, at Danmark hevði 310 deyðsvanlukkur higartil í ár - og ikki 19.
Lógu vit á sama stigi sum Danmark, skuldi bara ein arbeiðsvanlukka verið í Føroyum fjórða hvørt ár.
Vit tosa við Leiv Persson, stjóra á Arbeiðseftirlitinum um, hví vit framhaldandi hava hetta keðiliga met, hóast Arbeiðseftirlitið er uppraðfest.
Reglurnar eru harðari í okkara grannalondum - eitt nú er tað eitt krav, at eitt arbeiðspláss javnan ger arbeiðsumhvørvismeting í okkara grannalondum, men í Føroyum er tað frívilligt.