- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Framtíðar viðurskiftini millum Bretland og ES eru enn alt annað enn greið, nú nýggjasti parturin av brexit søguni tók enn eina óvæntaða vend mánadagin. Tá kunngjørdi bretska stjórnin, at hon ætlar at bróta undirskrivaðu skilnaðaravtaluna millum ES og Bretlands.
Hetta váttaði bretski ráðharrin fyri Norðurírland eisini í bretska parlamentinum í gjár, samstundis, sum ES og Bretland hittust til 8. samráðingarumfarð.
Tað er í tollviðurskiftunum við Norðurírlandi og restina bretska meginlandinum, at stjórnin hjá Boris Johnson nú ætlar at broyta avtaluna.
Hoyr innslagið frá Breddanum, har vit tosaðu við Áka Johansen, sendimann Føroya í Bretlandi, og Elin Mortensen, sendikvinnu Føroya í ES.