Breddin

Breddin:Rætturin hjá barni við samkyndum foreldrum
23-09-2020
Skulu børn, sum eru fødd í samkyndum parlagi, hava somu rættindi sum børn í familjum við hinkyndum foreldrum?

Spurningurin um rættin til barsil, arv, navn og samveru við hjúnaðarskilnaða er enn einaferð komin á breddan.
Í lógini um barsil stendir at: "Hjá samkyndum fær annað foreldrið allar vikurnar í sín part, og hitt fær einki. Hetta er tí, at í barsilshøpi verða samkynd mett sum einsamøll við barninum. Hjá tveimum kvinnum er eingin pápi. Hjá tveimum monnum er eingin mamma".


Men tað er ikki bara lógin um barsil, sum ger mun á børnum, sum er fødd inn í hjúnarband alt eftir um tað eru maður og kona ella tvey av sama kyni.
Tað sama er galdandi tá tað kemur til onnur familjurættarlig viðurskifti

Monika Rasmussen er fakligur stjóri á Familjufyrisitingini. 


Hon greiðir frá, at børn fødd í samkyndum hjúnarlagi hava bara eitt juridiskt foreldur.

Doyr biologiska mamman, ella pápin hevur hjúnarfelagin ikki rætt til at taka sær av barninum.


Tað ber til at ættleiða, sigur Monika Rasmussen. Tað skulu tó ganga tvey og eitt hálvt ár, áðrenn hjúnaðarfelagin kann ættleiða.

Í Danmark hava samkyndir hjúnarfelagir kunna fingið heitið: sammóður- ella faðir.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur málsøkið og hon sigur í svari uppá fyrispurning frá Bjarna Kárason Petersen, at hon ætlar ikki at gera nakrar broytingar, sum ikki standa í samgonguskjalinum.
Hon vísir samstundis á, at tað stendir í samgonguskjalinum at samgongan skal tryggja at eitt barn hevur eina mammu og ein pápa og at broytingar í lógini tí ikki er í tráð við tað.

Helgi Abrahamsen landsstýrismaður í vinnumálum hevur somuleiðis boðað frá, at hann ikki ætlar at broyta lógina um barsil.

Hoyr hvussu rættarstøðan er og kjak millum :

Bjørt Samuelsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi
Christian Andreasen, tingmann fyri Fólkaflokkin
Ingilín Strøm, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin
Steffan Klein Poulsen, tingmann fyri Miðflokkin

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024