Breddin

Fleiri kvinnur skulu í bý- og bygdaráðini
14-10-2020
Demokratia vil eggja fleiri kvinnum til at stilla upp til kommunuvalið. Karin Kjølbro heldur, at kvinnur skulu stuðla hvør aðrari í politikki.

Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at kvinnur ofta eru undirumboðaðar á upstillingarlistunum, og av tí sama undirumboðaðar í bý- og bygdaráðum og í løgtinginum. Tað stendur skrivað í javnstøðukanningini Ymiskar Fortreytir, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt.  

Føroyingarnir sum vórðu spurdir í hesi kanningini vóru ikki samdir í, um vit skulu hava javnari umboðan á upsstillingarlistunum. Serliga eru tað menn, ið seta seg ímóti, at hava javna kynsumboðan á uppstillingarlistum, meðan helvtin av kvinnunum ynskja javna kynsumboðan. Hetta bendir á, at menn og kvinnur hava eina rættiliga ymiska fatan av teimum avbjóðingunum og forðingunum, sum eru við at stilla upp til val.

Og tað endurspeglast eisini aftur í býtinum av kommunustýris- og borgarstjórasessum.

29 kommunur eru í Føroyum, men tað eru bert sjey kvinnuligir borgarstjórar. Tær eru í Tórshavnar-, Vága-, Sørvágs-, Kunoyar-, Hvannasunds-, Húsavíkar- og Fugloyar kommunu. Eingir kvinnuligir borgarstjórar eru í Suðuroynni ella Eysturoynni.

Eitt av teimum sjey undantøkunum er Eyðdis Hartmann Niclasen. Hon hevur seinastu fýra árini verið borgarstjóri í Vága Kommunu, men hon stillar ikki upp aftur til komandi kommunuval. 

- Politiska arbeiði er ikki øðrvísi hjá eini kvinnu enn tað er hjá einum manni, og tí er eingin orsøk at aftra seg, sigur ein av fáu kvinnuligu borgarstjórunum.

 

Hoyr innslagið har Eyðdis Hartmann Niclasen, Karin Kjølbro og Kristina Gry Berg greiða frá um javnstøðu og kommunuval.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Ein triðingur av matframleiðsluni í heiminum endar sum burturkast. Hvussu sleppa vit undan óneyðugum matoyðsli? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.
23-01-2024
Eygleiðari metir um fyrsta árið hjá samgonguni og løgmaður kemur á gátt í útvarpsstovuni
08-12-2023
Sambært frágreiðingini er føroyska PISA-úrslitið, serliga í støddfrøði, skelkandi
07-12-2023
Løgtingsins Umboðsmaður finst hvassliga at Heilsumálaráðnum í samband við viðgerð av innlitsumbøn
06-12-2023
Umboð úr Trivnaðarnevndini kjakast um hvat kann gerast
05-12-2023
Longu 1. september í ár hevði Kvinnuhúsið fingið eins nógvar áheitanir, sum komu alt árið í fjør
01-12-2023
Norðurlendsku felagsskapirnar hjá teimum, ið bera brek, koma nú við einari áminning á politikararnar
30-11-2023
Tørvurin á sálarhjálp veksur støðugt, men góðar royndir eru við at bjóða næmingum hjálp í skúlanum
29-11-2023
Tommy Petersen, sum í fleiri ár arbeiddi fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, verður í útvarpsstovuni
28-11-2023
Hvussu fyrireika vit okkara børn til talgilda samfelagið við skili?
24-11-2023
Kjakið um suðuroyartunnilin er kyknað aftur
23-11-2023
Tøkugjaldið skal leggjast um til partafelagsskatt og uttanlandsnevnin eigur at fáa víkaðar heimildir, halda politikarar
22-11-2023