Breddin

Breddin
14-01-2021
Sløkta mikrofonin hjá Trump og eggjan til uppreistur er evnið hesaferð.

Mikudagin í síðstu viku lupu viðhaldsfólk hjá Trump á Capitol Hill í Washington.

Mótmælisfólk troðkaðu seg síðan inn í lóggávutingið, ið skuldi góðkenna úrslitið á forsetavalinum.

Sosialir miðlar hava síðan sløkt fríu mikrofonina hjá forsetanum í USA.

Luttakarar: Eydna Skaale, retorikari, Sigri Gaini, ph.d.-lesandi, Jógvan Poulsen, útvarpsstjóri, Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur, og Beate Samuelsen, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting

John Johannessen, Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Uni Holm Johannesen løgdu tilrættis.

 

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024