Breddin

Breddin
30-03-2021
Huawei-málið er einasta evnið í Breddanum í dag

Ein minuttur og átjan sekund av upptøku, sum elvdu til at Føroyar knappliga komu í altjóða miðlar.

Nærum hálvtannað ár hava partarnir bíða eftir at royna málið í rættinum, men tveir dagar áðrenn Umhvørvis- og Vinnumálaráðið og Kringvarp Føroya skuldu í rættin, valdi Umhvørvis- og Vinnumálaráðið at sleppa málinum um fútabann.

Nógv rok hevur verið um upptøkuna, sum landsstýrið legði fútabann á. Tí kom upptøkan ólógliga til vega? Og var fútabannið brot á tælufrælsi og pressufrælsi?

Sambært Løgmansskrivstovuni var orsøkin til fútabannið, at Kringvarp Føroya vildi brúka eina upptøku, ið stovnurin av órøttum hevði fingið hendur á. Og at hendan upptøkan kundi skaða umdømið hjá Føroyum uttanlands og samstarvið við onnur lond.

Fyri at skilja málið til fulnar mugu vit heilt aftur til 15. november í 2019, tá ein journalistur og ein fotografur hjá Kringvarpinum fóru oman í Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, at gera samrøðu við Helga Abrahamsen, landsstýrismann, um samstarvið millum Føroya Tele og telerisan Huawei, sum kanska skuldi standa á odda fyri nýggja 5g netinum í Føroyum. Beint áðrenn samrøðan skal byrja, myndatólið er tendrað, mikrofonin er sett á landsstýrismannin, rópar Herálvur Joensen, aðalstjóri, Helga Abrahamsen út á gongina, fyri at kunna hann um ein fund við kinesiska sendiharran. Alt hetta hendir, meðan myndatólið hjá Degi og Viku melur og tekur alla samrøðuna upp.

Í samrøðuni, sum gongur fyri seg á gongini uttanfyri skrivstovuna hjá Helga Abrahamsen, fortelur aðalstjórin, at kinesiski sendiharrin hevði lagt trýst á løgmanna, fyri at fáa Føroya Tele at velja kinesiska Huawei sum veitara av 5g netinum í Føroyum. Um Føroyar og Føroya Tele velja Huawei, so vóru allar dyr opnar fyri einari sera lønandi fríhaldilsavtalu millum Føroyar og Kina.

Tað gingu síðani tvær vikur, har Kringvarpið royndi at fáa innlit í fundin millum kinesiska sendiharran og føroyska landsstýrið, og harvið siga søguna uttan at brúka upptøkuna. Tað eydnaðist ikki.

Kringvarpið ætlaði at senda samrøðuna í Degi og viku mánakvøldið 2. desember, men so hendi hetta. Men tað merkir ikki, at upplýsingarnar ikki komu fram kortini. Upptøkan lak til danska blaðið Berlingske, sum 11. desember skrivar søguna um kinesiska sendiharran, Feng Tie og vitjan hansara í Føroyum.

Upptøkan hevur ikki verið spæld í Kringvarpinum - ikki fyrr enn í gjár, 29. mars 2021. Nærum hálvtannnað ár eftir at landsstýrið fekk rættin at niðurleggja fútabann á upptøkuna.

Sendingina í dag gjørdu Arnfríð Joensen Dahl, Kaj Joensen og Elin Mirjamsdóttir, sum eisini var redaktørur.

Luttakarar: Jaspur Langgard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og limur í Uttanlandsnevndini, Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og forkvinna í Vinnunevndini, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur hjá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, Hallbera West, adjunktur á Fróðskaparsetrinum og Kristina Samuelsen, advokatur. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Semja er skrivað um Suðuroyartunnilin, nýtt landsstýrisfólk er valt og samráðingar eru á almenna arbeiðsmarknaðinum
08-11-2024
1. januar verður skipanin við tøkugjøldum broytt. Hvat merkir tað fyri landskassan? Trump er aftur í Hvítu húsinum, men hvussu bar hann seg at?
07-11-2024
Val er í USA í dag, vit tosa við politiskan eygleiðara og hava eina longri samrøðu við Sirið Stenberg
05-11-2024
Tveir fyrrverandi løgmenn koma í útvarpsstovuna at skifta orð um føroyska leiklutin í Norðurlandaráðnum
01-11-2024
Hvørji eru forkvinnuvalevnini hjá Tjóðveldi og í morgun tók Norðurlandaráðið støðu til føroyskan limaskap
31-10-2024
Vit viðgera politisku støðuna eftir at eina rokmikla viku
29-10-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
25-10-2024
Andstøðan leggur fram misálit á landsstýriskvinnuna
24-10-2024
Stríð hevur tikið seg upp millum Uhvørvismálaráðið og Landsgranskoðanina um, hvat vendir upp og niður í málinum.
22-10-2024
Enn ein váðameting er gjørd av Suðuroyartunlinum - vit hyggja uppá hana, og tosa við viðmerkjara um amerikanska valið
18-10-2024
Hvat er drívmegin og hvat riggar? Vit tosa við trý fólk, sum brúka tíð og orku uppá hugburðsbroyting í føroyska samfelagnum.
17-10-2024
Hans Andrias Sølvará og Hanus Kamban umrøða støðuna í Ísrael og Gasa
15-10-2024