Breddin

Breddin
31-03-2021
Revsiramman og oljuævintýrið

Í gjár fall dómur í einum av størstu málinum um kynsliga misnýtslu í Føroyum.

Ein 42 ára gamal maður bleiv dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir í hálvt triðja ár frá 2017 til desember 2019.

Dómurin er munandi stytri enn tey átta árini, sum ákæruvaldið kravdi.

Men hví er so stórur munur á kravinum hjá ákæruvaldinum og dóminum?

Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, vitjar í útvarpsstovuni, og tingmennirnir Aksel V. Johannesen og Christian Andreasen kjakast um revsilógina.

Oljuævintýrið
Føroyingar høvdu ein dreym um svarta gullið.

Tað bleiv kortini aldrin til nakað meira enn ein dreymur.

Men hóast oljan ongantíð bleiv funnin í førosykum øki, so hevur dreymurin um at finna olju havt stórar avleiðingarnar fyri føroyska samfelagið.

Vit hava hitt Árna Petersen, sum nýliga hevur vart eina ph.d. um ítøkiligu ávirkingarnar av oljuævintýrinum á føroyska samfelagið.

Luttakar: Árni Petersen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Aksel V. Johannesen og Christian Andreasen.

Gjørt sendingina hava Elin Mirjamsdóttir, Kaj Joensen og Hallur av Rana.

Redaktørur: Hallur av Rana

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024