Breddin

Breddin
14-04-2021
Ferðavinnan og donsku børnini í Sýria

Aftaná eitt tungt ár við koronaavmarkingum byrja nú glottar at hómast fyri framman hjá ferðavinnuni.

Tí sama dag sum tann fjóðri hjálparpakkin bleiv lagdur fyri tingið, kunngjørdi danska stjórnin, at man spakuliga byrjar at lata upp fyri ferðing millum lond, har tamarhald er á smittuna. 

Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum , vitjaði í útvarpsstovuni. 

Børnini í Sýria
Í einari fangalegu í Sýria sita 19 børn av donskum uppruna, sum eru vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki fyri donsku stjórnina.

Tí hvørja etiska ábyrgd hevur vesturheimurin at hjálpa hesum børnum, hvørs foreldur vóru partur av Islamiska Statinum. 

Tann spurningin seta vit Jóannes Eidesgaard, formann í Reyða Krossi Føroyar.

Luttakarar: Henny á Líknargøtu, Jóannes Eidesgaard og Hans Engell. 

Gjørt sendingina hava Jógvan Skeel Nolsøe og Kaj Joensen.

Redaktørur er Hallur av Rana.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024