Breddin

Breddin
29-04-2021
Starsvsfólkamangul hóttir vælferðarsamfelagið

Tað manglaðu bara ávaringarlampurnar, tá formaðurin í Búskaparráðnum, Heri á Rógvi, legði fram seinastu frágreiðingina hjá ráðnum á Hotel Brandan í morgun.

Føroyska samfelagið stendur frammanfyri nøkrum risa avbjóðingum, sum eru ein hóttan móti sjálvum vælferðarsamfelagnum, var boðskapurin. 

Og tað má handlast nú, um verandi vælferðarstøði innan eldrarøktina, sjúkrahúsverkið og almannaverkið skal varðveitast.

Avbjóðingarnar standast av vaksandi talinum av borgarum yvir 80 ár. Útrokningarnar hjá ráðnum vísa, at hetta talið fer at veksa við umleið 1.200 fólkum komandi 10 árini.

Og tað setur krøv til almenna geiran.

Innan eldrarøktina verður tørvur á 706 fulltíðar starvsfólk afturat verandi starvsfólkahópi, um verandi vælferðarstøði frá 2020 skal haldast í 2030.

Og tá er hædd ikki tikið fyri, at 358 fulltíðar starvsfólk fara á pensjón næstu 10 árini á eldraøkinum.

Í sjúkrahúsverkinum verður neyðugt við 30 prosent fleiri ársverkum innan sjúkrarøktina. Talan er um 118 nýggjar sjúkrarøktarfrøðingar næstu níggju árini.

Og í almannaverkinum er tørvurin 500 fulltíðar starvsfólk afturat verandi starvsfólkahópi. Tey skulu koma aftrat teimum 200 til 300 fulltíðar starvsfólkunum, sum fara frá vegna aldur komandi 10 árini.

Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, Jóhanna Jancyardóttir, leiðari á serøkinum, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum vóru gestir í sendingini.

Gjørt sendingina hava Jón Brian Hvidtfeldt og Hallur av Rana.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024