Breddin

Breddin
11-05-2021
Fólkaheilsa og politiska støðan í Skotlandi

May-Britt Skoradal, varadekanur og námslektari á Fróðskaparsetrinum, vardi fríggjadagin phd ritgerð sína við heitinum Football is medicine: Promoting healthy living and an effective means of preventing and treating lifestyle diseases.

Niðurstøðan í kanningini hjá May-Britt Skoradal er, at heilsufótbóltur hevur eina jaliga ávirkan á fólkaheilsuna.

Blóðtrýst, kolesterol og blóðsukur fall hjá teimum, ið vóru við í kanningini. Og beinagrindin styrknaði, feittmassin minkaði og vøddamegin vaks.

Og tað besta av øllum er, at konseptið er púra klárt at seta í verk. Vit tosa við May-Britt Skoradal um ritgerðina.

Loysing í eygsjón

Skotski tjóðskaparflokkurin SNP gjørdist stóri sigursharrin á skotska valinum í farnu viku.

Og í havsbrúnni hómast nú ein nýggj fólkaatkvøða um loysing.

Vit viðgera politisku støðuni í okkara grannalandi við søgufrøðinginum Oddi á Lakjuni. 


Luttakarar: May-Britt Skoradal, Pál Weihe, Magni Mohr, Kaj Leo Holm Johannesen og Oddur á Lakjuni.

Gjørt sendingina hava Arnfríð Joensen Dahl og Jógvan Skeel Nolsøe. Redaktørur var Hallur av Rana.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024