Breddin

Breddin
20-05-2021
Koppingarivi og kanning um harskap og kynsligan ágang

 

Úrslit frá stórari kanning um harðskap vórðu løgd fram í dag.
Meira enn ein triðingur, 36 prosent, av teimum spurdu hava verið fyri onkrum slagi av harðskapi. Og 23 prosent - ella meira enn fimti hvør - av teimum spurdu hava verið fyri kynsligum ágangi.

Eisini vísir kanningin, at harðskapur og kynsligur ágangur hava sera álvarsligar fylgjur fyri tey, sum eru rakt. Tí sambært kanningini eru nógv teirra, sum hava verið fyri kynsligum ágangi plágað av tungum tonkum, vónloysi, einsemi og trupulleikum í parlagnum. Tey eru eisini í nógv størri mun, enn onnur, arbeiðsleys ella óarbeiðsfør.

Vit skulu krevja eina null-hugsjón, tá umræður harðskap og kynsligan ágang. Tað sigur landsstýriskvinnan í Almannamálum.


Og


Tað er átaluvert at ein landstýrismaður sáar iva um trygdina við at koppseta fyri koronu. Tað sigur Tummar í Garði, varastjóri á sjúkrahúsinum og limur í koppsetingarnevndini eftir Jenis av Rana í gjár segði við heimasíðuna VP.fo, at hann ikki fór at koppseta seg fyri covid-19 fyrr enn tað er greitt hvørji langtíðarárinini eru.
Men er álitið á koppingarevninum móti covid-19 - og koppingarætlanini nú í vanda, hvørji langtíðarárin væntar man at síggja hjá koppsettum árini eftir prikið, og hvørja ábyrgd hevur ein landstýrismaður í eini slíkari støðu sum vit eru í nú?
Tað eru millum spurningarnar vit royna at fáa greiðu á í dagsins Bredda, og vit tosa við Shahin Gaini, serlækna í infektiónsmedisini, og Inga Samuelsen, redaktøri á blaðnum vikuskifti á portal.fo
 

 

Sendingina gjørdu Krista Johnsdóttir Kreutzmann, Arnfríð Joensen Dahl og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Formaðurin í Búskaparráðnum og politisku eygleiðari viðgera fíggjarlógina
17-12-2024
Er tað rætt, at fólk í neyð noyðast at venda sær til hjálparfelagsskapir í staðin fyri til landið, og hvat verður gjørt fyri at hjálpa?
13-12-2024
Letur tað seg yvirhøvur gera hjá smáum londum at leggja teymar á tøknirisar? Og verða sosialir miðlar brúktir til ólógligt virksemi í Føroyum
12-12-2024
Umboð fyri politisku flokkarnar komu á gátt í útvarpsstovuni at kjakast um hvat kann gerast við fólkafráflytingina
10-12-2024
Hvat kann gerast fyri at steðga fráflytingini úr Føroyum?
06-12-2024
Amnesty International leggur nú Ísrael undir at fremja fólkamorð í Gasageiranum
05-12-2024
Vísa tølini um fátakaváða røttu myndina í Føroyum
03-12-2024
Meðan vit mangla námsfrøðingar í Føroyum búgva fleiri føroyskir námsfrøðingar í Danmark. Og í morgin fara íslendingar á tjóðartingsval
29-11-2024
Í sendingini verður m.a. spurt, hvat hendi við arbeiðinum eftir Exit Føroyar-kjakið í 00'unum
28-11-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
26-11-2024
Hvussu skal nevndin arbeiða, og skulu vit yvirhøvur hava eina landsstýrismálanevnd, verður spurt í sendingini í dag
22-11-2024
Vit missa 20 prosent av teimum, sum fara av landinum at lesa - einans 5. hvør í 3. g ætlar at lesa í Føroyum
21-11-2024