Breddin

Breddin: Rentur, bústaðarlán og skuldarbyrða
12-10-2021
Vit seta rentu og skuldarbyrðu á breddan í dag

Í breddanum í dag seta vit millum annað sjóneykuna á rentur, bústaðarlán og skuldarbyrðu. Tí hvør er munurin á innlánsrentu og útlánsrentu? Fer rentustøði at hækka ella lækka í nærmastu framtíð ? Og standa føroysk húsarhald við skegginum í postkassanum, um rentan hækkar bara eitt lítið sindur?

Útlendskir miðlar vilja vera við, at útlánsrentan fer at hækka kring heimin. Eingin veit hvussu nógv ella í hvørjum londum rentan fer at hækka, men prátið gongur í bankaverðini. Vit spyrja tí Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóra í Bank Nordik, um føroysku bankarnir síggja tekin uppá, at rentan fer at hækka í Føroyum í næstum.

Í Íslandi er loft nú sett á útlánini fyri at fyribyrga einum bløðrubresti á bústaðarmarknaðinum. Útreiðslurnar til bústaðarlán mugu ikki vera meira enn 35 prosent av mánaðarligu inntøkuni eftir skatt og frádráttir, boðar íslendski tjóðbankin frá. Vit ringja til Íslands og tosa við varastjóran í Seðlabanka Íslands, Gunnar Jakobsson.

Og so vitjar Malan Johansen, landsbankastjóri og forkvinna í Váðaráði Føroya, í útvarpsstovuni. 

Sendingina gjørdu Hallur av Rana og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Lógin um burðadygga ferðavinnu fer at minka um inntøkugrundarlagið á smærru plássunum, heldur stjórin í Jarðum og talsmaður fyri hagapartarnar í Mykinesi
30-01-2024
Høgni Hoydal hevur í dag lagt fram uppskot um gongd í haga til hoyringar. Vit hyggja eisini uppá fíggjarpolitiskt regluverk - hvat er tað og skulu vit hava tað?
26-01-2024
Í sendingini verður ljós varpað á uppskotið frá Joe Biden, forseta, og António Guterres, ST-aðalskrivara, um eina loysn, har palestinar eisini fáa sítt egna land.
25-01-2024
Ein triðingur av matframleiðsluni í heiminum endar sum burturkast. Hvussu sleppa vit undan óneyðugum matoyðsli? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.
23-01-2024
Eygleiðari metir um fyrsta árið hjá samgonguni og løgmaður kemur á gátt í útvarpsstovuni
08-12-2023
Sambært frágreiðingini er føroyska PISA-úrslitið, serliga í støddfrøði, skelkandi
07-12-2023
Løgtingsins Umboðsmaður finst hvassliga at Heilsumálaráðnum í samband við viðgerð av innlitsumbøn
06-12-2023
Umboð úr Trivnaðarnevndini kjakast um hvat kann gerast
05-12-2023
Longu 1. september í ár hevði Kvinnuhúsið fingið eins nógvar áheitanir, sum komu alt árið í fjør
01-12-2023
Norðurlendsku felagsskapirnar hjá teimum, ið bera brek, koma nú við einari áminning á politikararnar
30-11-2023
Tørvurin á sálarhjálp veksur støðugt, men góðar royndir eru við at bjóða næmingum hjálp í skúlanum
29-11-2023
Tommy Petersen, sum í fleiri ár arbeiddi fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, verður í útvarpsstovuni
28-11-2023