Breddin

Breddin: Bústaðarmarknaðurin
13-10-2021
Bústaðarmarknaðurin á breddan

Færri fólk flyta av landinum, trýstið á bústaðarmarknaðin veksur og húsaprísirnir hækka. Tó eru prísirnir lutfalsliga ikki hægri enn teir hava verið áður, men tað ERU samfelagsbólkar, sum ikki fáa fígging at keypa sær hús - serliga í høvuðsstaðarøkinum.

Tó er tilflytingin ikki størsta orsøkin til vøksturin í fólkatalinum. Í staðin skal høvuðsorsøkin finnast í hinum endanum - talið av fólkum, sum verða verandi í Føroyum. Og tað eru serliga tvey økir í landinum har fólk ynskja at búsetast - Suðurstreymoy og Eysturoy. Tað sigur hagfrøðingur á Hagstovu Føroya.

Men tað verður alsamt dýrari og truplari at ogna sær bústað í Føroyum.

Eitt nýtt yvirlit, sum Betri hevur gjørt, vísir, at sethúsaprísirnir framvegis hækka, hóast vøksturin er eitt sindur minni í løtuni, enn hann áður hevur verið. Miðal prísurin fyri eini sethús í Føroyum er í løtuni 2,2 milliónir krónur. Men skalt tú keypa hús í høvuðsstaðarøkinum, so er miðal prísurin 3,5 milliónir krónur.

Betri samtakið hevur í fleiri ár savnað hagtøl um sethúsaprísirnar í Føroyum. Ein av bankastjórunum í Betri, Olav Guttesen, greiðir frá í Breddanum.

Í Betri Heimi hava tey fingurin á pulsinum viðvíkjandi dagligu handlunum við fastognum. Seinna hálvár í ár hava tey selt færri sethús enn vanligt hevur verið seinastu tíðina. Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi, vitjar í útvarpsstovuni. Eisini vitjar talskvinnan í áhugafelagnum Búgva í útvarpsstovuni.

Sendingina gjørdu Hallur av Rana, John Johannesen og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024